Fløgan hevur longu verið at hoyrt í teimum trimum útvarpsrásunum, men hetta var so fyrsta ferðin at almenningurin hevði høvið at hoyra hesi ungu fólkini syngja live.
Tað sum gjørdi hesa framførsluna so livandi var, at fleiri teirra sungu sangir, sum tey sjálvi høvdu skrivað.
Íalt spældu tey 10 løg, sum vóru rættiliga ymisk í stíli, men í innihaldi vóru tey kortini eins: Øll ynsktu at peika á Hann, sum hevur skapt okkum øll og sum tí ynskir at vera nær hjá okkum.
Fløgan, sum kom út í farnu viku, fæst til keyps um alt landið. Og sum skilst er hon væl dámd av fólki.
Persónlig tøkk
Á útgávukonsertini vóru fýra tónleikarar og fleiri sangarar, sum uppá skift framførdu hesi 10 løgini.
Ein teirra var 23 ára gamla Mia Jacobsen úr Havn, sum hevur skrivað sangin, hon kallar "Tú skapti meg".
- Hesin sangurin kom til mín í einum tíðarskeiði, tá eg hevði eina tunga tíð. Men mitt í øllum hesum tunga, kom tað til mín, hvør hevði skapt meg, og hví Hann gjørdi tað.
- Út frá hesum kom so hesin sangurin, sum er ein persónlig tøkk til mín Gud, sigur Mia Jacobsen, sum annars gongur á pedagogskúla í Havn.
Nevnast kann, at beiggi hennara, Dánjal eisini sang fleiri sangir og kona hansara, Gunvør eisini fleiri. Í onkrum sangi sungu tey bæði duett.
Tað er sum nevnt Lovsangsbólkurin í samkomuni Filadelfia sum hevur givið hesa fløguna út við heitinum "Nær hjá tær".
Sum skilst liggur enn nógv tilfar klárt, so hvør veit kanska verður tað til eina fløgu aftrat einaferð seinni.