- Øll neyðug loyvi eru avgreidd viðvíkjandi nýggju býráðshúsunum hjá Eysturkommunu í Gøtu. Vit eru nakað seinkað, tí tað tók sína tíð at broyta byggisamtyktina og at fáa neyðug loyvi frá friðingarmyndugleikum.
Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen.
Hann vísir á, at tað er byggifyritøkan KBH á Toftum, sum skal standa fyri arbeiðnum, og í løtuni hevur fyritøkan sáttmálan til gjøgnumlestur, sum hann rópar tað.
- Verkætlanin, sum fer at kosta slakar 20 miljónir krónur, er nakað krympað frá upprunaligu ætlanini, og hon er eisini nakrar fermetrar minni.
Jóhan sigur, at onkrar sparingar ella skerjingar eru gjørdar, síðan arbeiðið varð boðið út, men verkætlanin er ikki minkað í vavi síðan tá.
Hann væntar ikki, at tað fara at ganga so nógvir dagar aftrat, til skjøtil verður settur á verkætlanina við nýggju býráðshúsunum í Gøtu.
- Byggitíðin verður umleið hálvt annað ár, so tað verður um reppið, um vit, sum nú sita í býráðnum í Eysturkommunu, koma at húsast her, sigur Jóhan Christiansen brosandi.
Kostnaðurin fyri verkætlanina liggur í løtuni á 19,4 miljónum krónum, men verður hetta tal avrundað til 20 miljónir krónur, verður tað eisini samlaði kostnaðurin av arbeiðnum.
Tað er kendi arkitekturin og gøtumaðurin, Osbjørn Jacobsen, sum hevur teknað nýggju býráðshúsini hjá Eysturkommunu í Gøtu.