Ein perla fer undir grabban

Á býráðsfundi týskvøldið samtykti Klaksvíkar býráð at byggjast kann á Gerðabøi. Men hetta eru øll ikki eins fegin um.
- Eitt slíkt øki átti heldur at verðið friðað, sigur býráðslimurin, Rani Nolsøe.

Eftir ein drúgva viðgerð av málinum um býarætlanin, samtykti býráðið at geva loyvi til at ein handil kann byggjast á økinum.
Samstundis við hetta loyvi, verða nú eisini skaptar fortreytir fyri einum loyvi at byggja ein høgan bygning á sama øki.
Við hesum stigi hevur kommunan tikið eitt stig fram á leiðini at menna býin – og tað enntá á einum øki, sum liggur nærhendis portrinum hjá norðoyingum til umheimin.
Økið verður mett vælegnað til ein slíkan handilsbygning, tí øll tey sum koyra gjøgnum Norðoyatunnilin fara henda vegin.
Nógv vilja neyvan steðga menningini í Klaksvík, men harmast hinvegin um at neyðugt var at grabba ein heilan bø upp.
Ein teirra er Rani Nolsøe, sum atkvøddi ímóti hesi ætlanini.
- Eg haldi, at tað er bæði synd og skomm at henda umhvørvisperlan verður løgd í oyði, sigur Rani við Sosialin.

Rekrativt gagn
Málið um byggingina á Gerðabøi er eitt gamal mál – og eitt eymt mál fyri nógvar klaksvíkingar.
Summi hava viljað havt hetta náttúruvakra økið friðað. Tey siga sum so, at ein eigur at varðveita tey vøkru grønu økini: Eru tey fyrst farin undir asfalt, vendist ikki aftur.
Millum hesi økini telist Gerðabøur, sum í øldir hevur ligið sum eitt uppdyrkað teigalendi her úti við Borðoyarvík.
Økið hevur verið til stórt rekreativt gagn og hevur verið til mikið friðskjól hjá mongum klaksvíkingum.
Rani heldur, at málið varð óráðiliga skundað ígjøgnum býráðið. Spurningurin er um hetta stóra málið fekk ta viðgerðina, sum tað átti.
Men seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli: Í fyrsta lagi skal býarætlanin liggja frammi til viðmerkingar í eina tíð aftrat, og í øðrum lagi skal býráðið samtykkja hetta uppskotið eina ferð enn.

Splitta bøin
Í heyst varð hildin stórur borgarafundur í Klaksvík, har greitt varð frá, hvussu ætlanin er at menna býin í framtíðini.
Eitt mál, sum varð umrøtt í hesum sambandi var júst Gerðabøurin. Her skiltist heilt greitt, at fólk ikki vóru serliga fegin um at missa henda grøna blettin mitt í býnum.
Málið um ætlaðu byggingina lá helst fólki í huga, og tí var heitt á myndugleikarnar um at friða hetta økið.
Nú staðfestir Rani bert, at meirilutin í býráðnum gekk ímóti hesum ynskinum um friðingina.
- Haraftrat ger ein tað uppá tann mest óhepna mátan, nevniliga við at splitta bøin í tveir partar.
- Tað er ikki minni hugstoytt, tá ein veit, at tað finnast mong onnur øki í býnum, har ein slíkur handilsbygningur kundi ligið, staðfestir Rani.

Síggja reytt
Kring landið finnast mong vøkur øki, ið verða nógv nýtt – m.a. Gøtusandur, Leynasandur, Sandágerði og sandurin á Sandi. Í Klaksvík hava tey eisini slíkt øki.
Fólk í Klaksvík hava verið sera fegin um alt tað sum er gjørt fyri at fríðka um økið úti í Grøv. Fyri tey er eingin ivi um, at hetta økið og Gerðabøur hoyra saman.
Líkt er nú til, at annar parturin í hesum økinum verður tikin frá klaksvíkingum. Tað heldur Rani vera stórt spell, tí sum hann sigur: - Tað undrar meg at vit ikki hava eitt størri tjóðskaparligt fokus.
Her áttu til dømis Yvirfriðingarnevndin og aðrar nevndir at kunna skipa ávís økir kring landið sum náttúruperlur, soleiðis at tær kundu verða varðveittar.
Sambært Rana er støðan hon, at nógv av hesum vøkru og grønu økjunum eru offur fyri tilvildarligari viðgerð í eini kommunu.
- Tað er helst so sum ein klaksvíkingur í Havn segði tað so rámandi um Tórshavnar kommunu: “Teir síggja reytt, tá teir síggja grønt!”.
- Eg vóni ikki, at tað er henda gongdin sum vit nú eru byrjað uppá her norðuri, sigur Rani.