Ein perla bjargaði HB

Jens Martin Knudsen stóð í heilan hálvleik sum einsamallur skansi hjá runavíkingum, men eftir 93 minuttir mátti eisini hann geva seg, tá Rúni Nolsøe høgdi avgerandi bóltin í tríkantin

Fótbóltur

Talvan við tennisvøllin víst 92.20, tá Rúni Nolsøe fekk bóltin miðskeiðis á NSÍ-hálvuni. Staddur nakað til vinstru dróg hann inn í vøllin, og mitt fyri brotsteigin hjá NSÍ langaði hann til. Bólturin ferðaðist beina leið í hornið, og so var dysturin avgjørdur. Trý stig til meistararnar, sum soleiðis fingu vaskað tapið í premierudystinum av sær.

Kanska er tað upp á sítt pláss at tosa í ævintýrakendum formi í hesum døgum, og tað er púrasta rætt. At HB-áskoðararnir máttu ígjøgnum øgiliga nógv, áðrenn stigini vóru í HB-húsinum.
Og fyri tað heilt nógva av fyrra hálvleiki, so var eisini líkt til, at HB als ikki skuldi hava nakað sum helst eftir. Bara góð 20 sekund vóru farin, áðrenn Ike fyrstu ferð varð leiktur ígjøgnum HB-verjuna, men hann kipti bóltin sentimetrar framvið málinum. Tað sama var skilið, tá Dánjal Hansen løtu seinni drønstútaði frísparksinnlegg skeivu megin stólparótina, og yvirhøvur var HB um ein háls.
NSÍ var í útgangsstøðnum í eini 4-4-2 skipan, men við einum sera offensivum Jónstein Petersen á vinstra miðvølli broyttist hetta í tíð og ótíð til 4-3-3, har HB verjan ferð eftir ferð varð leikt púrasta tunn.
Og hóast HB legði seg á odda, so var NSÍ framvegis klárt betra liðið fyri steðgin. Einasta hóttanin frá HB var, tá Tór-Ingar setti ferð á, men hann var aloftast ov einsamallur.
Men eftir steðgin var alt viðvent. Frá fyrsta sekundi setti heimaliðið nú ferð á, og runavíkingar bakkaðu, bakkaðu og bakkaðu. Onkra tíð mundi vandi vera fyri, at alt liðið skuldi standa á Niðara vølli, men lukkutíð fyri teir høvdu teir Jens Martin í málinum.
Landsliðsmálverjin sýndi stóran klassa, tá hann ferð eftir ferð vardi fyri nærgangandi HB-atsóknum. Rókur og Tór-Ingar høvdu gyltar møguleikar, men líka mikið, hvussu stórir kjansirnir vóru, so vildi bólturin altso ikki inn.
Soleiðis vóru HB-áskoðararnir hildnir á pínubeinkinum heilt fram til evstu løtuna. Tá var tað, at Rúni Nolsøe traðkaði fram. Átók sær leiklutin sum matchvinnari, og uttan iva eisini sum dagsins HB?ari.