Tað er nú greitt, hvussu grindin, sum legði beinini í Hvalba í dag, verður býtt.
Merktir vórðu 70 hvalir upp á tilsamans 324 skinn.
Seðlarnir koma út á havnarlagnum á Hamranesi í Hvalba klokkan sjey í morgin árini og Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at
grindin verður býtt til Hvalbiar sókn, umframt til bygdirnar Fámjin, Hov, Porkeri og Sumba.
Harafturat fáa ellis- og røktarheimini og sambýlini í oynni eisini grind.
Men hetta merkir so samstundis, at vágbingar og tvørafólk ikki fáa part hesuferð.
Tað gekk annars fyrimyndarliga væl at drepa hesa grindina.
Tað var nýggi vágstrolarin, Dýrindal, sum fann grindina eystanfyri klokkan 16:25. Drápið í Hvalba byrjaði klokkn 17:28,.
Grindin gjørdi landgongd og longu klokkan 17:35 var drápið liðugt.
Sostatt tók drápið tók einans sjey minuttir.