Ein parodi

Landssjúkrahúsið varð i síðstu viku meldað fyri at hava brotið eina kunngerð um, hvussu vandamikið burturkast skal beinast av vegnum. Tað er at fegnast um, at heilsu- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar býráði kom til hesa niðurstøðu, tí um ikki okkurt politimál um dálking ikki tekur seg upp við ávísum millumbili, veksur líkasælan at halda reglur og lógir, sum viðvíkja náttúruni og umhvørvinum.

Hetta málið vísir okkum, at eisini týðandi almennir stovnar lata vera við at halda umhvørvislógina og kunngerðir, sum eru gjørdar við heimild í lógini. Eisini vísir hetta málið okkum, at stovnar og persónar eru og ov lítið tilvitandi um umhvørvismál, og at stovnar og myndugleikar á hesum øki eru undirmannaðir.


Eftir lógini er tað greitt, at kommunurnar hava eftirlit og ábyrgdina við teimum virkjum og arbeiðsplássum, sum eru í kommununi, samstundis sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tað yvirorðnaða eftirlitið. Men vit vita, at tær flestu kommunurnar hava ikki orku og møguleikar at hava nakað nevnivert eftirlit.


Hinvegin ber til at kunna virki og arbeiðspláss um, hvussu lóg, reglur og kunngerðir skulu haldast, og hvussu vandamikið burturkast skal latast innsavningini hjá IRF ela KOB. Verður reglurnar ikki hildnar, má eitt eftrlit gera virki og arbeiðspláss varug við støðuna.


Lívið í Føroyum hvílir alt sum tað er á náttúruni - ikki bara hvøuðsvinnan, men eisini tann týðandi alivinnan og alt jarðarbrúkið. Tí mugu vit vera tilvitandi um umhvørvið, og hava ein so framkomnan burturkast- og endurnýtslupolitikk, at dálkingin verður mist møgulig. Annars gera vit herrópið um "heimsins reinasta havumhvørvið" til skammar.


Spurningurin er so, um landsmyndugleikarnir sýna hesum tátti nóg stóran áhuga. Dømið um, at IRF fek onga játtan til endurnýtsluátak, vísir, at landsmyndugleikarnir taka ikki henda spurning í nóg stórum álvara.


Tað aktuella málið við Landssjúkrahúsinum er óivað bara eitt av mongum málum um, at reglur ikki verða hildnar. Tað var gott, at hetta brot varð avdúkað. Nú mugu vit bara vóna, at teir túsundtals litrarnir, sum eru farnir í kloakkskipanina hjá Landssjúkrahúsinum, ikki hava dálkað havumhvørvið harumvegir.


Men í sjálvum sær er tað einki annað enn ein parodi, at føroyska heilsuverkið verður meldað fyri at hava brotið reglur við atliti til umhvørvisvernd.