Útvarpið gjørdi nógv burturúr, at eitt nú Kári Thomsen ikki varð spurdur, og at Bjørn á Heygum ikki var spurdur. Tað eru kanska ov keðiligir at spyrja, tí teir bara muta ímóti.
Tí vildi mentanarnevndin hava »óheft« fólk at úttala seg.
Boð vórðu tí send eftir Halgir Winther Poulsen, sum er eina skilagóður og royndur advokatur.
Sambært rættarnevndini er hann »óheftur«, hóast hann er pápi ein av løgtingslimunum, sum hevur skrivað undir júst sama uppskot hjá Fínaflokki um at kunna sleppa at týna fornminni uttan uppíblandan og sum er parlamentariska grundarlagið hjá landsstýrismanninum.
– Væl úr hondum greitt kanningararbeiði hjá Mercedes!