Ein póllendingur afturat til Klaksvíkar

Fótbóltur: 34 ára gamli verjuspælarin Andrzej Pacek kemur til Klaksvíkar mánadagin saman við Marek Wierzbicki

Nýggjar tíðir eru í føroyskum fótbólti, og kappingin í ár verður sermerkt á tann hátt, at tað verða fleiri útlendingar enn nakrantíð fyrr á føroysku liðunum.

KÍ hevði tveir útlendingar í fjør, Marek Wierzbicki úr Póllandi og Zoran Mancic úr Jugoslavia. Zoran verður ikki við KÍ í ár, men tað verður Marek, og hann hevur nú fingið ein landsmann afturat sær.

Í gjár visti Norðlýsið at siga, at Andrzej Pacek, sum er verjuspælari, skal spæla við klaksvíkingum í ár. Andrzej Pacek er vinmaður hjá Marek og hevur spælt ligafótbólt í Póllandi síðani 1986.

»Tað vit higartil hava fingið at vita um Pacek er, at hann er verjuleikari burturav, er sera tryggur við bóltinum, hevur gott yvirlit og leikar við myndugleika«, skrivar Norðlýsið.

Felagið áðrenn KÍ æt Miedz Legnica, men frammanundan hevur Andrzej Pacek eins og Marek Wierzbicki spælt við heimstaðarfelagnum Watbrzych.

Andrzej Pacek er 34 ára gamal og giftur við Agnieszku.

Marek Wierzbicki og Andrzej Pacek koma til Føroyar nú mánadagin 15. februar.

KÍ bleiv nummar tvey í landskappingini í fjør, aftanfyri HB.

Og klaksvíkingar komu eisini í steypafinaluna, sum tó varð tapt 0-2, eisini móti HB. Hetta gav kortini KÍ atgongd til Europa Cup fyri steypavinnarar, eftirsum HB eisini vann meistaraheitið. Annars er Europa Cup-kappingin fyri steypavinnarar løgd saman við UEFA Cup-kappingina sum ein avleiðing av alsamt størru ávirkanini frá teimum størstu feløgunum í Europa, og tað verður sostatt í UEFA Cup, at KÍ skal umboða Føroyar saman við B36. Enn er tað ongantíð komið fyri, at tvey føroysk lið hava spælt móti hvørjumøðrum í Europa Cup, men nú er møguleiki fyri hesum.