Norðoyastevnan 2002
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Í oysandi regnið varð stevnan sett fríggjakvøldið. Lítið av fólki var samankomið til setanina, og Vágstúnið var eftir lítlari løtu tómt aftur.
Fleiri av framsýningunum lótu dyrnar upp eftir setanina, og mundi hetta koma væl við hjá teimum, sum ætlaðu sær út úr fjálgu stovunum longu fríggjakvøldið, tí uttandura var bæði regn og vindur.
Í fimleikarhøllini hevði Stuðulsfelagið Dragin skipað fyri eini hugnaløtu í samband við framsýningina, sum felagið hevði skipað fyri.
Ímeðan hugnaløtan var á skránni, hoyrdist buldur og brak frá frá skúlagarðinum beint við. Her vóru ljóðroyndir til uttandura konsertina, sum skuldi verða seinni um kvøldið, farnar í gongd.
Hetta var tó ikki einasti tónleikurin, sum skuldi ljóða hetta kvøldið.
Í Christianskirkjuni luttók kórið United Voices á ungdómsguðstænastuni, og nýttu heilt fitt av fólki møguleikan til at hugna sær við eitt sindur av andaligari føði.
Við fótbólstvøllin hevði NFÍ sett eitt tivoli upp, sum serliga børnini fingu gleði av. Men fríggjakvøldið gekk eisini stillisliga fyri seg á tivolinum, her kom ikki rættiligt lív í fyrr enn seinni á stevnuni.
Seinni út á kvøldið var skipað fyri dansi ymsastaðni í býnum, samstundis sum uttandura konsertin hjá tónleikafelagnum Sjey00 fór í gongd.
Men úti var ikki nógv at síggja. Um nakað lív var í býnum hetta kvøldið, so var tað innandura, meðan vindurin og regnið høvdu frítt um at fara eftir gøtunum.
Vátur róður
Hæddarpunktið leygardagin var óivað kappróðurin, sum fleiri høvdu sæð fram til.
Klaksvíkar Róðrarfelag hevur eftir væl eydnaða kappingarárið í fjør ein tungan arv at lyfta, og vóru klaksvíkingar sum vera man sera spentir eftir at vita, hvussu nú mundi fara at ganga.
Leygarmorgunin var vátur, allur sum hann var, og hóast veðurfrøðingarnir høvdu lovað turrari veður út á seinnapartin, so tóktist ikki, sum um nakar hevði hug at steðga øllum hesum floyminum av regnið, sum oysti yvir býin.
Rennifelagið Treysti hevði skipað fyri rennikappingum, áðrenn kappróðurin fór í gongd, og eisini onkrar súkklukappingar vóru á skránni.
Hesi tiltøk plaga vanliga at draga nógv fólk til sín, men hesi ferð gekk alt meiri friðarligt fyri seg.
Eftir middagsleitið byrjaði norðoyastevnugestirnir av álvara at síggjast í býnum.
Tey flestu høvdu lagt leiðina beinleiðis inn í onkra kiosk, sum seldi gul regnklæði, so ikki var torført at síggja, hvørjir gestirnir vóru.
Leiðin gekk móti vestaru kei, har fólkið plagar at savnast til kappróðurin.
Men vánaligu veðurlíkindini settu eisini sín dám á kappróðurin. Vanliga er keiin full av fólki, tá kappróðurin fer í gongd, men leygardagin var ov mikið av plássi til øll.
Um 200 fólk høvdu hættað sær út í regnið, og er hetta lítið samanborið við tey mongu túsund, sum vanliga plaga at hittast til kappróðurin.
Eftir kappróðurin var aftur tómt í býnum, og vardi hetta við, líka til midnáttarsamkoman var á skránni.
Og meðan skótarnir komu gangandi niðan Vágstún við brennandi faklum í hond, sleyt hann brádliga í og vindurin legði seg. Í øllum førum eina løtu.
Eini 700 fólk vóru savnaði saman hesa løtuna, og kom rætti norðoyastevnuhýrurin nú spakuliga sníkjandi.
Eftir midnáttarrøðuna hevði Klaksvíkar Býráð skipað fyri stórum fýrverkaríi og felagssangi. Góða veðrið helt sær eisini, meðan fýrverkaíi var á skránni, men tá sangurin fór at runga, byrjaðu fyrstu droparnir spakuliga at detta niður av himni.
Men líka løgdu fólk í, tey vóru standandi við sanghefti í hond og sungu av allari orku. Onkur stóð enntá og sang alt sanghefti á tamb, so hetta var norðoyastevnuhýrur, sum vildi nakað.
Eftir løtuna á Vágstúni var aftur dansur ymsastaðni í býnum, og fólk fóru í hvør sína ætt.
Sunnudagurin bjargaði øllum
Spakuliga kom sunnumorgunin sníkjandi inn um gluggarnar hjá fólki. Uttanfyri var nú blikalogn, og hevði sólin eisini hug at kaga fram.
Hetta var rættuligt norðoyastevnuveður, og nýttu fólk møguleikan til endiliga at sleppa út at halda Norðoyastevnu. Fleiri fóru eftir føroyska búnanum, og framsýningarnar í býnum fingu tær vitjanir, ið tær høvdu uppiborið.
Frálíka veðrið helt sær allan sunnudagin á tamb, og bjargaði hann hervið allari Norðoyastevnuni.
So var tað bara keðiligt, at teir flestu norðoyastevnugestirnir longu tá høvdu leitað sær heimaftur, og tískil ikki vóru staddir í Klaksvík, meðan góða veðrið var á vitjan.










