Tað er altíð áhugavert og læruríkt at lesa, hvat skilamenn skriva. Lesarabrævið hjá Ólavi Rasmussen í Sosialinum nú ein dagin um kommunuviðurskifti í Suðuroy, fekk meg at hugsa.
Í 1985/86 búði eg í Bonn í Týsklandi. Ein HF flokkur úr Suðuroy fór tá til Berlin á námsferð. Eg fleyg úr Bonn og var saman við teimum har eina viku. Vit gistu sjálvsagt í Vestur Berlin, tí tá var einans loyvt at gera dagsferðir til Eystur Berlin.
Hetta var ein sera spennandi og hendingarrík vika. Vit vóru tvær dagsferðir í Eystur Berlin. Ì báðum pørtunum av Berlin vitjaðu vit skúlar.
Vit vóru við í vanligu undirvísingini og komu í prát við vanliga týska ungdómin.
Tað var ein løgin kendsla at vitja ein bý, íð onkursvegna hevði tvey andlit.
Sjálvsagt var Vesturtýskland tá, eins og í dag, ríkari tøkniliga og búskaparliga. Alt var nýmótans og býarlívið hevði eina lívsjáttandi rytmu. Býarreklamurnar bleiktraðu og hugdu lokkandi at okkum føroysku bygdabørnum úr Suðuroy.
Vit tosaðu nógv um munin í millum Eystur- Vestur Berlin. Og sóu nógv gott úr báðum pørtunum í býnum. Ungdómurin í Eystur Berlin líktist á ein ella annan hátt meira okkum føroyingum, enn tey ungu úr Vestur Berlin. Hetta hildu vit vera løgið, tí vit vóru jú ein partur av fría og nútíðar vesturheiminum. Vit komu lættari í samband við tey, enn við tey ungu úr Vestur Berlin. Nú skal sjálvsagt, havast í huga, at vit einans vóru har í eina viku.
Tað sum eg vil siga við hesum er, at tað eru ikki altíð menniskjagjørdar pappírs-skipanir, ið liggja til grund fyri, hvussu vit menniskju hava tað, um vit liva lukkulig og eru nøgd. Sjálvsagt gera politiskar skilagóðar loysnir okkum lívið lættari, og vónandi mentanarliga ríkari.
Alt hetta, eg her havi sagt, hevur einki við fundin í Øravík, tann 5.november um kommunuviðurskiftini í Suðuroynni, at gera. Um tað hevði, so høvdu orð míni veri tómur RETORIKKUR. Tí eg haldi ikki, at Berlinmúrurin kann brúkast sum myndatala um oyggj okkara.
Ì føroyskum politikki er alt ov nógvur tómur retorikkur. Hetta kann vera ein lættur háttur at siga nakað stórt, uttan at siga nakað kortini. Hetta duga serliga royndu politikarar væl. Vanliga sleppa teir við slíkari talu.
Um vit hugsa um framtíðar Suðuroynna, so dugi eg ikki at siga, og havi onga lidna hugsan um, hvussu oyggin skal formast. Um vit skulu vera ein kommuna, tvær kommunur, sjey kommunur, ella alt landið ein kommuna.
Men tað, sum eg fleiri ferðir havi víst á, er,at vit menniskju, fólkavald ella ikki, mugu hugsa fram um okkara egna valdømi, fram um okkara egna garð, hús, flokk, og serliga fram um okkara egnu tíð.
Nakað sum vit føroyingar kanska skuldu gjørt framyvir, er, at hugsa stórt, men í smáum. Um vit taka eina luftmynd av landi okkara, hvussu nógvar havnir, hava vit so? Hvørjar eru alneyðugar? Hvussu nógv mentanarhús fara vit at fáa í framtíðini? Mangan er einans eitt fjall ella bara tvey fjøll millum tvær kommunir, og kortini eru fólk ikki nøgd, fyrr enn tey hava fingið eitt mentanarhús, ein biograf, ein svimjuhyl í sínari egnu kommunu.
Ì einum landi við 48000 menniskjum, er hetta ørskapur og hongur búskaparliga og menniskjaliga ikki saman. Hví vilja vit hava alt so nær okkum sjálvum? Øll hava vit fínar, nýggjar bilar, og í flestu førum almennir góðir vegir, ið binda landið saman.
Hugsa vit aftur um Suðuroy, so er tað alt meira samband millum bygdirnar í oynni. Fólk kunnu arbeiða í Sandvík og syngja í Vági. Arbeiða í Vági og venja á Tvøroyri. Búgva í Famjin og arbeiða í Hvalba o.s.fv.
Nei, ongin Berlinmúrur er í Suðuroy. Hvørki í okkara hjørtum ella á Hovsegg, og sum Òlavur Rasmussen sigur, honum hava vit heldur ikki brúk fyri.
Men, hvat er tað so, sum Ólavur nertur við og rakar. Kanska er tað okkara nútíðar persónsmensku. Hetta, at vit vilja eiga alt og øll. Vit vilja hava persónliga ræðið á økinum, á tíðini, á projektinum o.s.fr.
Flestu kommunuvaldir politikarar, seta eina møguliga kommunu- samanlegging í samband við hesa samgonguna. Tað, at samgongan leggur ymisk málsøki út til kommunirnar at umsita. Tosað hevur verið nógv um, at so má peningur fylgja við, og ein góð lóg, sum tryggjar at hvør einstøk kommuna umsitur málið forsvarliga.
At leggja ymisk landsmál út á kommunurnar, kenna vit frá grannalondum okkara. Her hava aftur okkara landspolitikarar, ikki dugað ella torað at hugsa øðrvísini enn landspolitikarin í eitt nú Danmark.
Her átti teir at havt torað at hugsa nýtt, og latið landið umsitið hesu øki. Vit eru so fá í Føroyum, so tað átti at verið ein løtt og spennandi uppgáva hjá landsins mynduleika at umsita búskaparliga.
Søguliga hava almennu Føroyar, ikki umsitið hesi øki, ið nú skulu leggjast út á kommunirnar, meiri enn nøkur fá ár. Framfýsnir polikikarar hava einferð arbeitt fyri, at umsitingin varð latin okkum føroyingum. So, hví ljósritað gerðir og hugsjónir frá øðrum londum. Hví leggja sera tung og kostnaðarmikil øki út á kommunirnar ?
Hví gera tað?
Vit borgarar sakna eina upplýsandi og sigandi grundgeving fyri, hví ávís tung, búarskaparlig øki skulu leggjast út á kommunurnar.
Kritiskir spurningar, sakna vit eisini, spurningar, so sum: Verða økini, um tey vera løgd út á kommunurnar, eins umsitin, og eins fyri allastaðni í landinum??? Hetta eru spurningar, sum eru álvarsamir og sum alt ov lítið kjak hevur verið um.
Borgarin kemur nærri tænastuni, siga politikarir, tá øki verða løgd út, men um ein er bangin fyri, at borgarin er ov langt burtur frá tænastuni, so kundi landið havt ráðleggingar- skrivstovur nær borgaranum, har borgarin kundi fingið alla ta hjálp honum nýttist. Slíkar skrivstovur hava vit longu fleiri av og tær rigga væl.
Nei, ein møgulig samanlegging í Suðuroy, skal ikki vera tengd at, at Tinganes hóttir kommunurnar við pengapunginum. Ein møgulig samanlegging skal koma úr hugaheimi og vilja suðuroyinga.
Vit suðuroyingar skulu standa saman, sama um kommunurnar leggja saman ella ei. Samanhald kemur ikki av sær sjálvum. Ein kommunusamanlegging kemur ikki av sær sjálvari. Hetta kann bert henda við fólksins vilja.
Livst, so spyrst.