Ein oyðandi ódn

Minst 60 fólk doyðu, og tað fer at kosta nógvart milliardir dollarar at umvæla skaðan av ódnini "Katrinu"

Tað fara at ganga fleiri dagar, áðrenn myndugleikarnir í amerikonsku statunum Louisiana, Mississippi og Alabama fáa fulla greiði á skaðanum av ódnini "Katrinu".
Í gjár kunngjørdu myndugleikarnir í Mississippi, at har hevði ódnin kravt minst 55 mannalív, og úr Louisiana frættist, at har høvdu minst fimm fólk latið lív. Í báðum statunum stúrdu myndugleikarnir tó fyri, at talið á deyðum fór at veksa.
Í Mississippi hevði ódnin gjørt serliga stóran skaða í býnum Biloxi. Har høvdu umleið 30 fólk í einum íbúðarhúsum latið lív. Summi vóru deyð av lutum, sum tey høvdu fingið oman yvir seg, og onnur vóru druknað. Sagt varð, at flóðaldan, sum stóðst av ódnini, skolaði fleiri kilometrar inn yvir tað lága lendið.
Í New Orleans hava nógv søgulig hús fingið so stóran skaða, at tey kunnu ikki umvælast. Kortini slapp tann søguligi miðbýurin væl. Eisini í New Orleans standa fleiri gøtur undir í vatni, og sambært serfrøðingunum kann tað taka langa tíð at fáa vatnið burtur.
Amerikonsku tryggingarfeløgini søgdu longu fyrradagin, at "Katrina" kundi gerast tann dýrasta ódnin í USA nakrantíð. Tá varð mett, at tað fór at kosta einar 25 milliardir dollarar at endurbyggja og umvæla tað, sum fór. Í gjár vildi eingin seta nakað tal á.
Minst tveir oljupallar í Meksikanska Flógvaum slitu í tí nógva vindinum, og annar rak inn á eina brúgv. Mansskaði var tó eingin, tí oljufeløgini høvdu flutt øll fólk í land, áðrenn ódnin kom so nær landi. Amerikanskir búskaparfrøðingar ávaraðu í gjár um, at "Katrina" kann hava við sær, at stígur kemur í búskaparframburðin, sum hevur verið í USA í seinastuni. Eisini varð stúrt fyri, at møguligur skaði á oiljuútbúnaðin við Meksikanska Flógvan kann fáa oljuprísin enn longri upp, men Saudiarabia segði seg í gjár vera til reiðar at framleiða meiri fyri at tálma prísinum.