Ein orsøk til tarnaða ferðslu

Hvalba: Í longri tíð hava teir hjá landsverki arbeitt við at tryggja Hvalbiar-tunnilin.

Hetta hevur merkt, at møguleikan hjá hvalbingum og sandvíkingum at sleppa upp á Tvøroyri hevur verið avmarkaður á kvøldartíð.

Fólk hava víst á, at tað er harmiligt at tunnilin longu stongir klokkan 21. Men sambært Landsverki kann hetta illa verða øðrvísi, um teir skulu kunna fáa nakað burturúr.

Tá liðugt er at tryggja tunnilin um slakar tríggjar vikur, er ætlanin at asfaltera norðara enda í tunlinum, har vegbreytin er sera vánalig.