Mammuth lótu seg ikki ávirka av, at sera fá fólk høvdu leitað sær út at lurta eftir teimum, teir leveraðu ein serstakliga orkufulla framførslu. Svenski tungmálmsbólkurin Mammuth skuldi upprunaliga spæla seinni í nátt, men orsakað av seinkingum í flogferðsluni var framførslan flutt. Um hetta var orsøkin til laku úrtøkuna veit eg ikki, men sera fá fólk vóru frammanfyri pallin, tá bólkurin um 21 tíðina fór undir framførsluna.
Hetta tyktist tó ikki at ávirka teir, framførslan var serstakliga orkufull. Men hetta var tó ikki nóg mikið at bjarga konsertupplivingini, sum í besta fall gjørdist miðal hampa. Løgini vóru sum heild einkisigandi, og sangarin var ikki nakar Pavarotti. Hann skrálaði rímiliga væl, men tá hann sang komu eyðsýndu manglarnir í røddini til sjóndar, og tíanverri sang hann nógv meira enn hann skrálaði.
Ofta kann karisma bera langt, men heldur ikki á hesum økinum var oddamaðurin í Mammuth nakað unikum. Hann líktist eitt sindur Axl Rose, tá hann fyri nøkrum árum síðan royndi at enduruppfinna seg sjálvan, og tað var lítið tekkiligt.
Tann eini gittarleikarin sang eisini og hann var munandi betur enn oddamaðurin, eisini var hann munandi meira karismatiskur.










