Ein ordans pussfiskur

Í gjáramorgunin fangaði Jonhard Thomsen ein ordans pussfisk í Hvalba, meðan hann var til arbeiðis:
- Eg hoyrdi eg eitt ordans pums niðri á sjónum. Eg helt, tað var ein fuglur, sum stuttleikaði sær, men tá eg hyggi aftur, síggi eg eitt rokilsi og okkurt reytt og stórt einar 300 metrar frá mær, greiðir Jonhard Thomsen frá.
 
- Eg fór nærri og at enda fangaði eg pussfiskin. Tá hann doyði, varð hann sera reyður um búkin. Áðrenn var hann gráur. Tað verður sera spennandi at vita, hvat tað er fyri ein fiskur. Kanska ein sovorðin, sum japanarir eta, sigur Jonhard Thomsen at enda.
 
Á Fiskirannsóknarstovuni meta tey, at pussfiskurin er ein laksastyrja, sum av og á fæst í føroyskum sjógvi.