Framløga løgmans á ólavsøku, vanliga nevnd løgmansrøðan, var ein onnur røða enn løgmansrøður vanliga hava verið. Røðan er øðrvísi og harvið áhugaverd, tí hon er hildin í einum yvirskipaðum tóna, og tí hon er princippiel og sera frameftirrættað. Røðan er vend móti framtíðni við støði í altjóðagerðini. Sostatt er løgmansrøðan ein verulig viðurkenning av, at Føroyar til gott og ilt eru komnar upp í altjóðagerðina. Tað er við altjóðagerðini sum við veðrinum - okkum kann dáma hesa gongd ella ikki, sama ger: vit sleppa ikki undan henni. So eru bert tveir kostir í at velja: annar er ikki at látast um vón og samstundis vóna, at tað gongur nokk. Hin kosturin er at taka altjóðagerðina sum eina avbjóðing og sum ein møguleika.
Tað gongur sum ein reyður tráður gjøgnum framløgu løgmans, at landsstýrið hevur tikið tann seinna valkostin nevniliga at taka altjóðagerðina sum eina avbjóðing við ómetaligum møguleikum. Annars er ikki nógv av reyðum liti í hesi løgmansrøðu, ið ideologiskt ber dám av, at hon kemur frá eini samgongu, har tveir sera borgarligir og flokkar eru í meiriluta. Tað vil so vera. Hinvegin eiga landsstýrið og løgmaður rós fyri at seta sær eina visión fyri tey komandi tíggju árini og eina strategi fyri, hvussu røkkast kann at teimum málum, sum visiónin fevnir um. Hetta er alt annað líka skilagott, og eygleiðarar uttanlands eru samdir um, at tey lond, sum ikki hava mál og strategiir fyri at takla nýggju støðuna í heiminum við altjóðagerð og globalisering, ja, tey gerast skjótt eftirbátar í einum heimi við ómetaliga stórum og skjótum broytingum.
Visiónin er, at Føroyar í 2015 verða millum bestu lond at virka og liva í og, at Føroyar skulu verða eitt samfelag við sterkum búskapi, har arbeiði er til allar hendur, og har dygdargóðar sosialar skipanir tryggja øllum eitt virðiligt lív. Hesi mál eru so sjálvsøgd, at tað skuldi ikki verið neyðugt í 2005 at sett tey í eitt politiskt manifest. Men tað er neyðugt! Hesi mál byggja á meginreglurnar fyri norðurlendska vælferðarsamfelagið. Álopini á vælferðarsamfelagið eru støðugt harðnað seinastu 10-15 árini um øll Norðurlond. Tað verður tí ongantíð sagt ov ofta, at vit her hjá okkum halda fast um hetta samfelagsideal, sum verður samanfatað í heitinum vælferðarsamfelag. Skulu Føroyar røkka hesum málum er neyðugt við eini sera gløggari og vælgrundaðari strategi. Løgmaður og landsstýri hava nógv áhugaverd boð upp á hesa strategi. Vit fara at venda aftur til hesa strategi í eini komandi oddagrein.