- Tað mátti ikki verið neyðugt hjá Kringvarpinum at víst ein film sum ”The Last Temptation of Christ” júst Langa Fríggjadag, heldur Jákup Mikkelsen.
Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum sigur seg sum so einki hava ímóti, at Kringvarpið vísir ein slíkan film. Men ”timingin” er út av lagi vánalig:
- Tað er ein púra óneyðug provokatión av Kringvarpinum at senda ein film, sum er í andsøgn við okkara kristnu trúgv, júst Langa Fríggjadag, sigur Jákup Mikkelsen og heldur fram:
- Páskirnar eru ein stór hátíð hjá øllum kristna heiminum, og eisini ein stór hátíð fyri okkara tjóð. Tað haldi eg eisini, at Kringvarpið eigur at virða.
Sambært Jákupi Mikkelsen ger Kringvarpið júst tað øvugta við at seta filmin ”The Last Temptation of Christ” á skránna Langa Fríggjadag.
- Tað er her, ið provokatiónin liggur. Um Kringvarpið metir tað hava so stóran týdning at vísa júst handan filmin, hvat er so í vegin við at vísa hann eitt vanligt týskvøld ella hóskvøld, spyr Jákup Mikkelsen.
Bæði einstaklingar og Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag hava alment mótmælt, at filmurin verður vístur í Kringvarpinum júst Langa Fríggjadag. Tað hevur fingið Kringvarpið at flyta filmin, frá klokkan 22 til 23:30 í kvøld.
Tey atfinningarsomu vísa millum annað til grein-10 í kringvarpslógini, ið ásetir at:
§ 10. Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.
Millum tey atfinningarsomu er eisini Jógvan á Lakjuni, sum var landsstýrismaður í mentamálum, tá kringvarpslógin varð gjørd.
- Tað er ein sera grov provokatión av Kringvarpinum at senda filmin, "The Last Temptation of Christ" sjálvan langa fríggjadag - ja, hetta er eitt beinleiðis álop á tað innasta í kristindóminum. Og tað stríðir eisini ímóti kringvarpslógini, sum leggur dent á, at varðveitast og fjálgast skal um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Ótrúligt, at tey koma sær soleiðis at gera beint ímóti lógini og at arga og "happa" ein stóran part av føroyingum! Hetta er mentanar- og respektloysi av ringasta slag. - Hvar er kringvarpsstýrið?
Skrivar og spyr Jógvan á Lakjuni, sum í dag er løgtingsformaður.
Kringvarpsstýrið er gjørt varug við støðuna, eitt nú av politikarum. Men higartil hevur Kringvarpsstýrið ikki latið við seg koma, og filmurin ”The Last Temptation of Christ” er á skránni í Kringvarpinum í kvøld. Sambært skránni er filmurin ”vissuliga óhóskandi fyri børn”










