Ein og hvør fekk loyniorð

Mikudagin bar til hjá einum og hvørjum at fáa fatur á loyniligum loyniorðum hjá øðrum. Á henda hátt ber til at ringja upp til internetið - upp á rokning hjá øðrum

Eirikur Lindenskov


Tað loyniliga loyniorðið, sum kundarnir hjá Føroya Tele skulu hava fyri at sleppa á internetið - var ikki so loyniligt mikudagin, sum tað átti at verið.

Fyri at kunna ringja upp til internetið, so krevst, at tú hevur eitt loyniorð. Hevur tú hetta loyniorðið, so sleppur tú inn á internetið - hvørja telefon tú enn nýtir ? hóast tú brúkar telefonina hjá onkrum øðrum.

Fær onkur annar fatur á tínum loyniorði, so kann hann brúka internetið so galið hann vil ? og tú sleppur at gjalda.

Tað er hetta, sum nú er hent.

Føroya Tele hevur havt stórar trupulleikar av internetinum, sum hevur virkað illa seinastu tíðina. Í síðstu viku varð sagt, at internetið var í lagi aftur týsdagin 2. februar.

Mikudagin hoyrdist lýsing í útvarpinum um, at allir brúkarar av internetinum skuldu hava nýtt loyniorð ? og at teir, sum ikki fingu tað við postinum mikudagin, bara kundu ringja 303030 til Føroya Tele fyri at fáa tað.

Hesum hava fleiri gjørt sær dælt av.

Her á blaðnum fingu vit ikki okkara loyniorð fyrr enn hósmorgunin, tískil máttu vit ringja til Føroya Tele fyri at fáa loyniorðið.

Men mikukvøldið gjørdust vit ikki sørt skakkir á blaðnum, tá lesari ringdi til okkum, og upplýsti okkara loyniorð.

Eftir at vera gjørdir varugir við hetta, fóru vit at kanna málið. Ringt var til Føroya Tele á telefon 303030, og har fingu vit tey loyniorð, vit bóðu um, loyniorð hjá samstarvsfeløgum - og kappingarneytum - uttan at spurt varð um nakra váttan ella um navn.

Sosialurin hevur eisini frætt, at fleiri onnur hava fingið útflýggjað loyniorð, tey ikki eiga, uttan at Føroya Tele hevur tryggjað sær, at tað er rætti persónurin, sum ringt hevur.

? Hatta svarar til, at ein og hvør bara kann ringja til peningastovnin og fáa útflýggja PIN-kotur til kredittkort hjá ørðum, helt ein lesari okkara fyri.

Og nakað kann nógv kann vera um tað. Á Sosialinum vita vit við vissu, at óviðkomandi hava brúkt okkara loyniorð, sum tey hava fingið útflýggjað frá Føroya Tele á telefon 303030.

Sosialurin royndi í allan gjár at fáa fatur á onkrum á Føroya Tele, sum kundi greiða okkum frá hesum, men hóast roynt varð frá morgunstundini - til blaðið fór í pressuna, so var eingin at hitta - allir leiðarar sótu á fundi.

Vit fingu kortini nýtt loyniorð, sum vit vóna ikki verður útflýggjað nøkrum óviðkomandi - og vit hava eisini frætt - hóast hetta ikki er váttað - at Føroya Tele ikki fer at skriva rokningar fyri hetta mistakið.

Men heldur ikki hetta fingu vit váttað - og tí venda vit aftur til málið.