Tað hevur verið nógvur vindur, og hann hevur verið vestan og útnyrðingur í ættini tað mesta av degnum. Aldan vestan fyri hevur verið øgilig.
Í Sørvági hevur verið rættiligur sjógangur á hægstu flóð nú um middagsleitið í dag, og sagt verður úr Sørvági, at aldan vestan fyri hevur verið einar 12-14 metrar høg.
Eivin Jacobsen, sum er uppvaksin í Sørvági, sigur, at hann sjáldan áður hevur sæð so nógvan sjógv trýstan inn á Sørvág og upp á land sum í dag.
Í Sørvági er stórur sandur og marbakki, og rættiliga djúpt er út fyri marbakkanum.
- Tá so nógvur sjógvur verður trýstur inn á Sørvág, fyllir sjógvurin ógvuliga nógv, tá hann kemur upp á marbakkan og kemur sendandi upp á land.
Eivin Jacobsen sigur, at tað var serliga tann eina fyllingin stutt fyri miðdag, sum var rættiliga ógvuslig - og heldur ikki sørt vandaleys, um illa vildi til.
- Slíkt hendir so knappliga, tá trýstið er so stórt og sjógvurin so nógvur. Eg vil siga, at tað kundu verið vandamikið, um børn gingu á niðara vegi og ikki løgdu til merkis alduna.
Hann heldur, at her kundu børn saktans verið um ein háls í morgun, um illa vildi til.
- At síggja til er vindurin minkaður, men um midnáttarleitið í kvøld verður aftur hægsta flóð. So, nú fáa vit at síggja, hvussu veðrið háttar sær til ta tíð.
Eivin Jacobsen sigur, at tað er sjáldan, at so nógv trýst er í sjónum vestan eftir, sum tað hevur verið í Sørvági fyrrapartin og fram til miðdags.