Ein oddamaður afturat í Fólkaflokkinum leggur frá sær

Eg verði framvegis ein partur av flokkinum, men eg vil ikki standa á odda longur, sigur hann

Myndin er av Facebook

Tað brýtur í bæði borð í Fólkaflokkinum og í dag boðar ein oddamaður afturat frá, at hann leggur frá sær. Í gjár legði Christian Andreasen, formaður í flokkinum, kongin og nú boðar Erling Mørkøre, formaður í Huxa, at eisini hann leggur frá sær. Huxa er ungdómsfelagið hjá Fólkaflokkinum.

 

Hann sigur, at hetta hendur í kjalarvørrinum á ósemjuni, sum er í flokkinum. Hann er framvegis limur í flokkinum, men hann vil ikki longur standa á odda í arbeiðnum, sigur hann við in.fo. 

 

– Flokkurin treingir til nýggjar kreftir, sigur Erling Mørkøre. Hann leggur kortini afturat, at hann fegnast um, at flokkurin er vorðin meiri opin og at hann nú loyvir tinglimum at atkvøða eftir síni egnu sannføring í etiskum málum.

 

– Eg kundi hildið á sum formaður, men eg haldi tað vera skeivt, at flokkurin mátti fara so langt, at fyrrverandi formaðurin mátti leggja frá sær, tí hann vildi nútímansgera flokkin, skrivar hann á Facebook.

 

Myndin er av Facebook