Forsætisráðharrin í Ungarn, Victor Orban, hitti týsdagin russiska forsetan, Vladimir Putin, í kinesiska høvuðsstaðnum.
Í samband við fundin teirra millum, vórðu ríkisleiðararnir avmyndaðir, meðan teir hondheilsaðu.
Hetta hevur fingið forsætisráðharran í Estlandi, Kaju Kallas, upp úr stólinum.
Hon umrøddi myndina sum "ógvuliga, ógvuliga ódámliga" og heldur, at myndin brýtur við allan logiskan sans, sum hon tekur til.
Kaja Kallas hugsar her um søguna hjá ungarnska høvuðsstaðnum, Budapest, sum Sovjetsamveldið leyp á í november í 1956.
Victor Orban hevur í nógv ár havt góð viðurskifti við russiska forsetan.
Á fundinum teirra millum segði Victor Orban við Vldimir Putin, at Ungarn ongantíð hevur ynskt at minkað um samstarvið við Russland, men ístaðin hevur viljað økt um samvinnuna.
- Eftir fundin við Vladimir Putin skrivaði Victor Orban á Facebook, at stóri spurningurin er, um tað verður vápnahvíld í Ukraina.
Hann segði, at tað týdningarmesta er at fáa enda á flóttafólkastreyminum, revsitiltøkunum móti Russlandi og krígnum í Ukraina.
Tað eru norsku tíðindastovurnar, Dagbladet og NTB, sum bera hesi tíðindi í morgun, og vit kunnu leggja aftrat, at Ungarn er limur bæði í verjusamgonguni, Nato og ES.