Ein nýggjur víkingur fekk møguleikan

19 ára gamli Páll Eirik Djurhuus var í kvøld fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá Víkingi

Bárður á Reynatrøð, Géza Dávid Turi, Arnbjørn Svensson, Martin Klein Joensen, Ingi Jonhardsson, Olaf Bárðarson, Signar á Brúnni, Árni Nóa Atlason og Aron Ellingsgaard. Hetta eru alt ungir spælarar, sum undir leiðslu av væl skikkaðum venjarum eru uppaldir í Sarpugerði, og sum í ár kappast um pláss á besta liðnum.

 

Bárður, Géza, Arnbjørn og Olaf eru longu lyklaspælarar, og Signar, Ingi og Martin hava síðstu tíðina átt alt størri leiklut.

 

Í 5-0 heimasigrinum ímóti AB á heimavøllinum í Sarpugerði í kvøld var ein nýggjur víkingur fyri fyrstu ferð á besta liðnum. 19 ára gamli Páll Eirik Djurhuus loysti eitt korter undan leikloki Jákup Johansen av. Páll Eirik hevur ongantíð áður verið á besta liðnum í landskappingardysti. Í næstbestu deildini hevur hann sambært faroesoccer.com spælt 50 dystir, og í steypakappingini var hann eitt korter á vøllinum, tá ið Víkingur á summarmála í fjør vann 4-0 á heimavølli ímóti Undrið FF.

 

Pápin, Hans Jørgen Djurhuus, var á besta liðnum hjá Víkingi frá 2008 og fram til 2018, og abbin Páll Gregersen frá 1980 og fram til 1989 72 ferðir á besta liðnum hjá GÍ.