Ein nýggjur Klakkur á veg

- Nýggi Klakkur minnir um línuskipið Kamb og er smíðað á somu skipasmiðju sum Kambur. Men, skipið, sum vit nú hava keypt, er longt og er átta metrar longri enn Kambur, sigur Líggjas Johannesen.

Felagið, sum eigur línuskipið Klakk í Klaksvík - Sp/f Undir Klakki - hevur undirskrivað keypssáttmála um nýggjari skip. Talan er um norska frystilínuskipið Urvaag.

 

Líggjas Johannesen, sum saman við beiggja sínum Bethuel Johannesen eigur helmingin av partapeninginum í smápartafelagnum, váttar yvirfyri in.fo, at avtala er undirskrivað um skipið.

 

- Nýggi Klakkur minnir um línuskipið Kamb og er smíðað á somu skipasmiðju sum Kambur. Men, skipið, sum vit nú hava keypt, er longt og er átta metrar longri enn Kambur.

 

Hann vísir á, at skipið er smíðað í 1989 og er frystiskip. Gamli Klakkur er smíðaður í 1960 og er tí væl eldri enn skipið, sum nú er keypt.

 

Líggjas Johannesen sigur, at áðrenn nýggi Klakkur kemur heim til Føroya, skal skipið á beding, og ymiskt skal gerast.

 

- Vit vænta, at nýggi Klakkur verður klárur til fiskiskap um hálvan januar næsta ár.

 

Saman við brøðrunum, Líggjasi og Bethuel, eigur Kósin í Klaksvík eisini í felanum Sp/f Undir Klakki, og partarnir eiga umleið eina helvt í part av felagnum.

 

- Vit eiga umleið 135 fiskidagar undir Føroyum og hava eina kvotu undir Íslandi á 600 tons. Haraftrat eru vit spentir eftir at vita, hvussu verður á Flemish Kap næsta ár, sigur Líggjas Johannesen.

 

Hann sigur, at tá skipið, sum teir nú hava keypt, fer til fiskiskap, verður farið at frysta, og hetta gevur skipi og manning nýggjar møguleikar.