Ein neyðug samskipan

Landsstýrið hevur nú í umbúna at skipa Postverk Føroya sum ein sjálvstøðugan almennan stovn. Harafturat skulu Postverkið og Strandferðslan partvíst samskipast. Hetta er høvuðsendamálið í einum uppriti frá Vinnumálastýrinum, og á fundi mánadagin tók landsstýrið undir við hesi ætlan.

At samskipa - ella leggja hesar stovnar saman í ein stovn - er heilt nátúrligt. Báðir stovnar hava við flutning at gera. Tað veri seg við fólki, farmi og øðrum at senda. Tað eru óivað mong, sum hava undrast á, at ein fyrrapart kann ein hálvtómur bilur hjá Strandferðsluni, ein hálvtómur postbilur og ein hálvtómur bussur hjá Bygdaleiðum vitja somu bygd.


Á hesum stað er áður víst á, at allur hesin flutningur kann og eigur at kunna samskipast, um vit skulu hugsa um at rationalisera almennu tænasturnar í Føroyum. Tað kann ikki vera rætt, at tveir og tríggir bilar ella bussar skulu røkja eina tænastu, sum ein ella tveir kunnu røkja. Vit kunnu ikki halda fram at »klippa« hvørjum ørðum. Skulu vit skipa Føroyar sum fullveldisríki er neyðugt at flyta fólk úr almennu tænastuvinnuni yvir í eina framleiðsluvinnu, sum fyrst og fremst virkar vørur at flyta út. Her er ikki talan um dupultar funktiónir, men um trídupultar funktiónir.


Nú eru hesir stovnar nevndir tænatustovnar. Tað eru teir í prinsippinum, men tey flestu, sum brúka hesar stovnar halda óivað, at tænastustigið kundi verið hægri. Ikki minst innan Postverkið. Eitt er at upplatingartíðirnar eru nógv skerdar. Eitt annað er, at hesin »tænastustovnur« hevur hvørki opið leygardag ella út á kvøldið ein dag um vikuna. Heldur ikki verður postur borin út leygardag. Tí kann henda, at postur verður ikki borin út í eina heila viku. Hetta hendi t. d. á páskum í ár, tá flaggdagur var dagin eftir.


Hetta kann ikki vera rætt í okkara »samskiftistíðum«. Tað er tí ikki nakað løgið í tí, at Postverkið ikki kann kappast við nýggju og privatu flutningsfeløgini. Postverkið er afturútsiglt, m. a. tí tað hevur verið ov nógv terapi og ov lítil tænasta. Harafturat forðar gamla lógin fyri, at Postverkið kann taka kapping upp á økjum, har tað ber til at vinna pening í dag. Tí er eisini neyðugt at hugsa um tænastustigið, nú hesir stovnar skulu samskipast partvíst.


At samskipa nevndu almennu stovnar er ikki nøkur nýhugsan. Hon er nevnd á hesum stað fleiri ferðir, og gamli stjórin á Strandferðsluni, Tummas Arabo, skrivaði eina panelgrein í hesum blað fyri 25 árum síðani um júst møguleikan at samskipa hesar stovnar saman við Telefonverkinum. Tað er tí at fegnast um, at nakað hendir á hesum øki nú.