Ein neisti í krútgoymsluni

- Eg veit væl at filmurin viðger eitt ógvuliga eymt evni, og tað fara helst at vera nógvar ymsar meiningar um hann millum føroyingar, sigur Ulla Boje Rasmussen, sum spent bíðar eftir, at dokumentarfilmur hennara verður frumsýndur í morgin.

Í annaðkvøld fara fleiri høgir harrar at sita sum á nøglum í Havnar Bio, áðrenn reyðu gardinurnar verða hálaðar til síðis og 25 myndir um sekundið verða ljóskastaðar á hvíta løriftið, myndir, sum vekja minnir og sum fara at nerta við sterkar kenslur í nógvum føroyingum.
Høgu harrarnir, sum fyri trimum árum síðan vóru høvuðsleikarar í politiska spælinum um sjálvsavgerðarrætt, skiftistíð og sjálvstýri, eru nú høvuðsleikarar í einum dokumentarfilmi, sum neyvan fer ósvaraður út í myrkrið.
Tað einaferð so livandi og hárhvassa sjálvstýriskjakið er dovnað av møðsemi, men filmskvinnan Ulla Boje Rasmussen sigur hevur varhugan av, at filmurin kann seta lív aftur í kjakið.
- Kjakið um føroyskt sjálvstýri er jú ikki endað enn. Tað liggur bara í dvala, og tað er væl hugsandi, at kjakið fer vakna upp aftur av hesum filminum, sigur Ulla Boje Rasmussen, sum tó ikki metir nakað beinleiðis politiskt spreingievni liggja goymt í filminum.
 
Summarfuglar í búkinum
At kjakið um føroyskt sjálvstýri fyri tað mesta durvar og onkuntíð tykist at snorksova kann eingin ivi vera um. Spurningurin er um, og á hvønn hátt, tað kann hugsast at fara at vakna aftur. Sjáldan í síni meiri enn hundrað ára longu søgu hevur føroyska sjálvstýriskjakið gingið friðarliga fyri seg, og hóast einki spreingievni er í sjálvum filminum, so kann hann møguliga gerast neistin, ið festir í alla krútgoymsluna.
Ulla Boje Rasmussen sigur seg als ikki duga at meta um, hvussu móttøkan av filminum fer at vera, og tí bíðar hon við spenningi.
- Hesin filmurin man vera tann, sum eg havi verið einamest spent uppá undan frumsýningini. Eg má siga sum er, at frumsýningin hevur givið mær summarfuglar í búkin, sigur Ulla Boje Rasmussen. Ulla hevur nógvar filmar á baki, harímillum filmarnar um Mykines og Gásadal, sum gjørdust føroysk fólkaogn.
 
Politikkur er eitt spæl
Reyði tráðurin í filminum er, sambært Ulla Boje Rasmussen, tað politiska spælið í sambandi við tey fýra samráðingarumførini. Í spælinum vóru sum kunnugt tveir høvuðspartar, danska stjórnin og føroyska landsstýrið. Men, sum eisini nokkso kunnugt, virkaði føroyska landsstýrið ikki altíð sum ein samlaður partur, og tí verður uttan iva spennandi at síggja, hvat innlit filmurin gevur í politiska spælið innanhýsis í føroyska samráðingarbólkinum.
Sjálv heldur Ulla Boje Rasmussen, at filmurin vísir fleiri ógvuliga áhugaverdar samrøður, sum fóru fram í føroyska samráðingarbólkinum uttan fyri fundarhølini.
Samráðingarnar eru tann drívandi kraftin í filminum, men sjálvar høvuðssamráðingarnar vóru loyniligir, og tær fekk Ulla Boje Rasmussen ikki høvi til at filma. Ístaðin fer filmurin tætt at persónunum, sum luttóku í spælinum. Hann vísir soleiðis politikararnir, hvørs andlit eftir hondini eru vælkend, í øðrum støðum og leiklutum, enn vit vanliga eru von at síggja teir í. 
 
Fyri eftirtíðina
Vónin hjá filmkvinnuni er, at Føroyar.dk, ið filmurin kallast, fer at gera tað lættari hjá føroyingum og dønum at tosa saman um sjálvstýristilgongdina. Tað hevur eisini allatíðina verið ætlanin við filminum, at hann skuldi vera annað og meira enn eitt aktuelt ískoyti til kjakið, og tí er tað sambært filmskvinnuni ein fyrimunur, at filmurin verður frumsýndur nú, heldur enn meðan sjálvstýriskjakið gekk heitt, tí nú eru fólk betur før fyri at hyggja aftur á tað, sum hendi undir samráðingunum.
- Filmurin skal vera fyri eftirtíðina, og eg vóni, at eisini onnur enn føroyingar og danir fara at kunna brúka hann. Tað, sum í løtuni hendir millum Føroyar og Danmark hendir alla møguliga aðrastaðni eisini, og tí kann filmurin vera relevantur aðrastaðni eisini, sigur Ulla Boje Rasmussen.
 
Á filmfestival
Filmurin hevur longu vakt ávísan áhuga uttan fyri Danmark. Hann er útvaldur millum nógvar aðrar at luttaka á filmfestivalinum Nordisk Panorama, ið verður hildin í Malmö í september mánaði.
Ulla Boje Rasmussen kemur til Føroya í dag at uppliva frumsýningina og verður eftir ætlan verandi í landinum til sunnudagin. Tá Sosialurin tosaði við hana í gjár, var filmskvinnan ógvuliga upptikin av at fyrireika donsku frumsýningina.
Føroyar.dk verður vístur í trimum biografum í Danmark. Eftir frumsýningina fríggjadagin, fer Havnar Bio eisini at sýna filmin regluliga. Hvar filmurin annars verður vístur veldst um móttøkuna hann fær á filmfestivalum. Hinir báðir Føroyafilmirnir hjá filmskvinnuni ?Tre Blink Mod Vest? og ?1700 meter fra fremtiden? hava báðir verið sýndir í fleiri europeiskum londum.