Tað fær onga ávirkan á bankavirksemið, at Landsstýrið hevur yvirtikið Fíggingargrunnin, sum eigur Føroya Banka.
Jørn Astrup Hansen metir, at einasta týdning broytingin hevur er, at nú skal Landsstýrið einsamalt velja limirnar í grunnin, sum síðani velur limir í nevndina fyri bankan.
Óheftir nevndarlimir
Áður vóru tveir limir valdir av Landsstýrinum, og danska stjórnin valdi tríggjar limir í grunnin.
Nevndin, s um í dag situr, er vald í apríl 1998, og verður, um einki annað hendir, sitandi til apríl næsta ár.
Tá Fíggingargrunnurin varð stovnaður í 1992, varð hildið meira gagnligt at limirnir ikki vóru politiskt valdir.
Tað hevur virkað væl, sigur bankastjórin, men um stýrið fyri bankan nú skal veljast politiskt, veit Astrup Hansen ikki. Hann væntar tó at arbeiðsgongdin í bankanum verður sum higartil.









