Ein nýggjur Smyril er ongin nýhugsan

? Nýggja ferðafólkaskipið, sum ætlanin er at byggja ístaðin fyri Smyril, loysir ongar trupulleikar hjá Suðuroyingum. Tvørturímóti fer tað at skunda undir avtoftingina, sum longu er byrjað, sigur Viberg Sørensen, skipari og formaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð

?Nýggja ferðafólkaskipið, sum ætlanin er at byggja til suðuroyarsiglingina ístaðin fyri Smyril, loysir ongar trupuleikar hjá Suðuroynni.

Viberg Sørensen, skipari og formaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð heldur lítið um ætlanin, sum er løgd fram um at byggja eitt nýtt skip til suðuroyarsiglingina.

? At offra 250 milliónir uppá eitt sama slag skip, er meiningsleyst.

? Tað er onki framstig í tí og tað er ongin nýhugsan í tí.

? Eg havi ongar atfinningar hoyrt ímóti salongunum á Smyrli.

? Og um skipið siglir 18 míl ella 16,5 kann gera tað sama, bæði fyri ferðafólk og vinnulív.

? At biladekkið so er eitt munandi framstig er sínar sakir.

Men Viberg Sørensen sigur, at tað gongur sjón fyri søgn, at ein útjaðari við vánaligum ferðasambandið fánar burtur.

? Tað er Suðuroyggin eitt gott dømi um.

Hann sigur, at tað, sum hann leggur størsta dentin á, nú eitt nýtt skip skal útvegast, er at tað siglir skjótt, so at fleiri ferðir kunnu verða ímillum Suðuroynna og Havnina.

? Hann sigur, at ikki minst fyri oljuvinnuna, og vinnuna sum heild, hevur tað størstan týdning, at tað eru nógvar ferðir ímillum.

Nú sigur Strandferðslan, at hann fer at liggja 10% av tíðini fyri veður?

?Tað kunnu vit saktans liva við, sigur skiparin og formaðurin í Suðuroyar Oljuvinnuráð.

Hann vísir eisini á, at tað sigla katamaranar ímillum lond, m.a. ímillum Noreg og Danmark og í Norðsjónum.

? Og har kann veðrið sanniliga verða ringt.

Viberg Sørensen fýlist eisini á, at Strandferðslan hevur fingið eina bundna uppgávu at gera eitt skip til suðuroyarsiglingina burturav, og at skotlandssiglingin fullkomiliga er útihýst.

? Tað er skeivt at avmarka seg.

? Tað kann gott verða, at tað í løtuni ongar politiskar ætlanir eru í løtuni um at taka skotlandssiglingina uppaftur.

? Men politiskar ætlanir kunnu skifta.

? Ikki minst, nú vit eru í broytingartíðum, og oljuvinnan kanska tekur seg upp, kann tað skjótt koma uppá tal at taka sjóvegis sambandið við okkara næsta granna uppaftur.

? Tí kemur oljuvinnan, verður tað neyðugt við góðum sjóvegis sambandið til Skotlands, sigur Viberg Sørensen.