Ein nýggjur smittutilburður í gjár

Ein nýggjur smittutilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

 

Tann smittaði er komin til Føroya úr øðrum londum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 222 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 164.512 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 500 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 497 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna