Ein nýggjur flokkur fær stórar trupulleikar

- Er tað bara ónøgd við javnaðarflokkin, sum ger, at fólk nú arbeiða fyri at stovna ein nýggjan flokk, eri eg bangin fyri, at hann livir ikki longi, sigur Kristian Magnussen, formaður í javnaðarflokkinum á tingi

 Politikkur
 

 - Eg eri bangin fyri, at verður ein politiskur flokkur stovnaður nú, kann hann fáa ein líka bráðan enda, sum Verkamannafylkingin fekk fyri einum 10 árum síðani.
Tað sigur Kristian Magnussen, formaður í javnaðarflokkinum á tingi.
Hann sipar til tíðindini í Dimmu í dag, har tað stendur, at kreftur í Føroyum arbeiða fyri at stovna ein nýggjan politiskan flokk.
Tað er ónøgd við javnaðarflokkin, sum fær fólk at taka hetta stigi. Tey siga, at javnaðarflokkurin førir so borgarligan politikk í samgonguni, at verkafólk eiga ongan góðan og tí verður arbeitt fyri at stovna ein nýggjan flokk.
Onki verður tó sagt um, hvør tað er, sum stendur aftanfyri nýggjan flokkin, men hvørki Ingeborg Vinther ella Óli Jacobsen, sum annars vóru oddafólk í  Verkamannafylkingini, eru við.
- Er tað bara ónøgd við javnaðarflokkin, sum fær fólk at stovna nýggjan flokk, er tað eitt alt ov veikt grundarlag at byggja á, sigur Kristian Magnussen.
 
Politisk ábyrgd hevur sín prís
Hann sigur, at tað er, tá ið ein flokkur skal taka ábyrgd í samgongu, at hann fær trupulleikar, tí tá skulu semjur gerast. Tá skal takast og latast og ongin fær alt.
- Ein politiskur flokkur skal taka tað súra við tí søta, men tað vóru mong í Verkamannafylkingini, sum ikki vóru til reiðar til tað og tað tók lívið av henni.
- Tað er eisini stórur vandi fyri, at ein nýggjur flokkur fær somu trupulleikar, skuldi tað hent, at hann kom í samgongu.
- Og tað júst høvuðstrupulleikin: Vit tú hava nakað á skafti í politikki, mást tú í samgongu og so mást tú geva og taka. Í andstøðu kanst tú siga og gera, sum tú vilt, men tú fært ikki nakað á skaftið.
Formaður javnaðarfloksins á tingi minnist eisini, at Verkamannafylkingin fekk eisini okkurt á skaftið.
- Men tað vóru ikki øll til reiðar at betala prísin fyri at vera í samgongu, tí tað hevur sín prís, sum tað ikki slepst ikki undan at betala.
Hann vísir eisini á, at fyri ein stóran part var tað ónøgd við førda politikkin hjá javnaðarflokkinum og tjóðveldisflokkinum um førdi til, at verkamannafylkingin varð sett á stovn.
Somuleiðis heldur Kristian Magnussen, at ein nýggjur flokkur fær eisini hugsjónarligar trupulleikar í sambandi við ríkisrættarligu støðuna.
- Tað fekk Verkamannafylkingin eisini og tað var eisini við til at beina fyri henni og eg trúgvi lítið uppá, at tað er hugsjónarligt grundarlag fyri einum nýggjum flokki.
Kristian Magnussen mælir heldur fólki til at fylkjast um teir flokkar, sum eru fyri at geva teimum størri slagkraft.
- At spjaða kreftirnar er ikki til gagns fyri nakran, sigur Kristian Magnussen.
Hann vísir eisini á, at tað er fólkaræði í teimum ymsu flokkunum, so halda fólk, at tað er rætt, ber altíð til at skifta floksleiðslur og vælevni út.
 
Liggur á láni
Ein ítøkilig atfinning frá teimum, sum eru ónøgd við javnaðarflokkin, er, at hann ikki hevur megnað at hækka fyritíðarpensjónirnar.
- Tað er rætt, at tað er eitt mál, sum liggur á láni. Men tað er ikki gloymt og vit arbeiða við tí.
Men vit hava bara eina ávísa nøgd av pengum til taks og tað skal raðfestast og finna semjur. Samstundis skerst ikki burtur, at fíggjarlógin hevur givið stórt hall, 200 milliónir krónur, við vanda fyri at tað fór at hækka upp í 300 milliónir. Samstundis eru rakstrarútreiðslurnar til almannaøkið munandi hækkaðar við teimum røktarheimum o.s.fr. sum eru bygd seinastu árini. Men eitt politiskt mál fyri framman er avgjørt at hækka fyritíðarpensjónirnar, sigur Kristian Magnussen