FJARSKIFTI
VodaKall.
Nú Vodafone Island eigur 82,1% av partabrøvunum í føroyska Kall, himprast stjórin fyri Kall, Bjarni Askham Bjarnason, ikki at kalla Kall fyri eina dóttirfyritøku hjá íslendska Partner Company útgávuni av fjarskiftisrisanum Vodafone.
- Hetta er ein nýggjur dagur fyri Kall og fyri føroyska fjarskiftismarknaðin, sigur Eirikur S. Jóhannsson, forstjóri fyri Vodafone Island.
Íslendska fyritøkan er ein samanrenning av fleiri fjarskiftisveitarum, sum hava keypt sær navn og konsept hjá heimsins størstu fjarskiftisfyritøku.
- Vit hava leingi ætlað okkum at leita út um Ísland. Tá vit áttu 14% av KAll, so var tað ein spurningur um entin at fara heilt burturúr ella keypa fyritøkuna, og vit valdu at keypa fyritøkuna, sigur Eirikur Jóhansson.
Spurdur, hví Vodafone Island hevur valt at gera hesa íløgu, sigur hann, at hann sær ógvuliga stórar møguleikar í tí føroyska marknaðinum.
- Kall er ein øgiliga væl rikið fyritøkuna, og vakstrarmøguleikarnir eru sera stórir. Vit halda okkum vinna pengar her, sigur Eirikur Jóhansson.
Tallaton Holding, ein svenskur grunnur, eigur restina av fyritøkuni saman við nøkrum smáum íleggjarum. Eirikur Jóhansson kundi væl hugsað sær at átt øll partabrøvini í Kalli. Vodafone Island er skrásett á virðisbrævamarknað, og samlaða virðið á partabrøvunum er umleið 1,6 milliardir krónur.
Í Íslandi hevur Vodafone serliga miðjað ímóti teimum ungu kundunum innan fartelefoni.
- Tað er á GSM og breiðbandsøkinum, at eg síggi tær størstu møguleikarnar, og tað verður eisini her, at Kall fer at seta inn, sigur Eirikur Jóhansson, sum sigur seg sikta eftir helvtina av marknaðinum.
- Føroyar eru eini tvey ár aftanfyri síni grannalond á fjarskiftisøkinum. Tað kann nógv henda enn, sigur Eirikur Jóhansson.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Føroyingar sjálvir
Íslendski fjarskiftisbossurin sigur seg ikki ætla sær at bjóða upp á Føroya Tele, tá føroyski telerisin einaferð í framtíðini verður einskildur.
- Tað hevði ikki verið gott fyri føroyska marknaðinum, um tað bert var ein veitari, sigur Eirikur Jóhansson.
Ikki serliga óvæntað tekur Eirikur Jóhannsson undir við Bjarna Bjarnason, at tað kervið skal seta í eitt felag fyri seg, men tað er ikki alneyðugt, at tað er alment.
- Tað kann saktans rigga við einari privatari fyritøku, sum virkar undir greiðum treytum, sigur Eirikur Jóhansson.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Nú fleiri og fleiri føroyskar fyritøkur koma heilt ella lutvíst á íslendskar hendur, kunnu vit vænta okkum enn fleiri íslendskar íleggjarar, og merkir hetta eina góðkenning av tí føroyska marknaðinum?
Tann føroyski marknaðurin er øgiliga spennandi fyri ísendarar, og tað kann væl hugsast, at enn fleiri íslendski íleggjarar fara
- Eg undrist tó á, at føroyingar ikki sjálvir keypa føroyskar fyritøkur. Føroyingar eiga sjálvir at keypa fyritøkur sum Kall, Føroya Banka og aðrar. Tað er einki galið við, at útlendingar keypa føroyskar fyritøkur, men føroyingar eiga sjálvir at duga at síggja vinnuligu møguleikarnar í Føroyum. Tit mugu broyta hugbur, sigur Eirikur Jóhansson.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tað besta
Stjórin fyri Kall er ovurfegin um, at hansara fyritøka nú er vorðin íslendskt dóttirfelag.
- Hetta var nógv tað besta, sum kundi henda fyri Kall og føroyska fjarskiftismarknaðin, sigur Bjarni Askham Bjarnason.
- Hetta merkir, at vit nú eru partur av einari nógv størri eind, sigur Bjarni Askham Bjarnason.
Hvørki hann ella íslendski stjórin vilja siga nakað um, hvørt Kall møguliga fer at broyta navn til Vodafone.
- Vit ynskja at varðveita felagið, sum tað er nú. Men tað fara at henda strategiskar broytingar hetta næsta árið, sigur Eirikur Jóhansson.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Regnar á&
Framtaksgrunnur Føroya, Kaupthing og Notio hava fingið væl fyri teirra íløgu í Kall.
Tølini fyri Framtaksgrunnurin vísa, at grunnurin hjá landskassanum átti 26,31 % av partapeninginum í felagnum undan søluni.
Partabrøvini eru seld fyri umleið kr. 16,1 mió. Hetta gevur Framtaksgrunninum ein vinning av íløguni uppá umleið 5,9 mió ella renting áljóðandi 58% upp á fimm ár.
Framtaksgrunnurin varð við til at seta P/F Kall á stovn fyri 5 árum síðani og varð íløgan tá kr. 4,2 mió. Seinni er partapeningur hækkaður í tveimum umførum. Árið eftir stovnanina hækkaði grunnurin sín part við kr. 2,9 mió. og á sumri 2002 luttók grunnurin við eini kapitalhækking uppá kr. 3,1 mió.
Samlaða íløgan hjá grunninum í P/F Kall var sostatt umleið kr. 10,2 mió.
Notio og Kaupthing hava ikki alment sagt, hvussu stórur teirra vinningur av søluni er.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dryppar á&
Kundarnir hjá Kall eiga eisini at fáa ágóðan av, at felag teirra nú er vorðið íslendskt dóttirfelag. Í øllum førunum siga høgu harrarnir hjá Kall hetta. Nýggjar og betri tænastur.
Men fer tað at merkja lægri prísir?
- Prísurin í Føroyum, eins og í Ìslandi, eru nokk ov høgir, men tað er trupult at lækka teir við fólkagrundarlagnum, sigur Eirikur Jóhansson.