Ein nýggj verð

16 ára gamli Brandur Enni er byrjaður upp á eitt nýtt samstarv við eitt publishing-felag í Svøríki, sum kallast Air Chrysalis. Har verður dentur lagdur á tað skapandi, og Brandur letur sera væl at arbeiðinum. Endamálið er, at hann skal kunna skriva so mikið av tilfari, at ein nýggj fløga skal koma burturúr

Brandur Enni er nú liðugur við níggjunda flokk og er farin úr skúlanum. Hann ætlar fyrst og fremst at satsa upp á tónleikin, áðrenn hann fer í holt við víðariútbúgvingar.
- Nú stendur verðin víðopin. Eg fekk eitt gott prógv, sum væl tolir at bíða eitt ella tvey ár, áðrenn eg søki inn á eina miðnámssútbúgving, so nú ætli eg fyrst og fremst at gera nakað við tónleikin, sigur fryntiligi sangarin av Tvøroyri.
Í januar var hann eina viku í Svøríki, har hann vitjaði eitt publishing felag og fekk møguleika til at skriva nýggj løg sam-an við fólkum, hann als ikki kendi.
- Eg treivst sera væl í hasum umhvørvinum, og aftan á Summarfestivalin fari eg yvir aftur til Svøríkis í ein mánað, greiðir ungi suðuroyingurin frá.
Brandur sigur, at mátin, hann arbeiddi upp á í Svøríki var heilt nýggjur og tískil ein avbjóðing fyri hann. Vikuna, hann var í Svøríki, var hann í fýra ymiskum upptøkuhølum, har hann skrivaði løg saman við fólki, sum hann ikki kendi frammanundan. Ein sokallað co-writing skipan. Hetta heldur hann vera ein spennandi og áhugaverdur máti at arbeiða uppá.
- Avbjóðingin var, at tú eftir einum degi skuldi havt skrivað eitt lag og spælt eina demo inn, so hetta er ein fullkomuliga nýggj verð fyri meg, heldur Brandur fyri.
Nýggja fløgu
Samstarvið við svenska felagið kom í lag eftir tónleikaráðstevnuna í Føroyum í fjør. Tá vóru ymisk umboð fyri tónleikaheimin í Norðurlondum og vitjaðu í Føroyum. Tey hildu fyrilestrar um millum annað, hvussu ein tónleikari skal gera fyri at klára seg innan tónleikavinnuna. Brandur fekk eitt prát við svenska umboðið, Ben Malen, aftaná at hesin hevði hildið fyrilestur.
- Eg gav honum fløguna hjá mær, Waiting in the Moonlight, greiðir Brandur frá.
Nakað seinni fekk hann teldupost frá Ben Malen, sum var bilsin av tí, sum hann hevði hoyrt av fløguni hjá Brandi.
- Hóast tilfarið var trý ára gamalt, so vildi hann kortini hitta meg aftur og hoyra, hvussu eg syngi nú í mun til trý ár frammanundan, sigur Brandur.
Tilfarið, sum verður skrivað í Svøríki er ætlað til eina nýggja fløgu, men tað er ikki Air Chrysalis, sum gevur fløgur út. Brandur greiðir frá, at Air Chrysalis bert er eitt publishing felag, og slík geva ikki fløgur út.
- Men um tað kemur so langt, at eg havi tilfar til eina fløgu, sum Air Chrysalis kann standa inni fyri, so kunnu tey hjálpa mær at finna eitt plátufelag, sum vil geva mínu fløgu út, sigur Brandur, sum tó ikki veit nakað at siga, um nær ein møgulig nýggj fløga fer at koma á marknaðin.
Summarfestivalurin
Brandur Enni verður aftur í ár at síggja og hoyra á Summarfestivalinum í Klaksvík fyrsta viku-skiftið í august. Hann gleðir seg at sleppa aftur at spæla, men vil tó ikki avdúka nakað serligt av tí, sum hann hevur ætlanir at framføra.
- Tað verður blandað. Eitt sindur av hvørjum, men eg fari at royna at gera framførsluna eitt sindur øðrvísi, enn hon var í fjør, sigur Brandur Enni.