Ein nýggj samgonga skal tryggja búskaparligan vøkstur

- Fremsta uppgávan hjá eini nýggjari samgongu, verður at tryggja búskaparligan vøkstur, so at vit fáa ráð til at betala fyri tey bleytu virðini, heldur Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins

- Vit skulu hava ráð til at fíggja tey bleytu virðini og sostatt verður tað fremsta uppgávan hjá eini komandi samgongu at tryggja ein búskaparligan vøkstur.

Tað staðfesti Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, beint áðrenn hann fór á fund við Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin í morgun um at halda fram við ABC samgonguni, sum sat í farna valskeiði.

Hann sigur, at fyrireikandi fundirnir ímillum ABC hava verið so góðir, at hann metir avgjørt, at grundarlag er fyri at fara undir veruligar samgongusamráðingar.

Hann sigur kortini, at onkur trupul mál vera at loysa, eitt nú fiskivinnumál, spurningurin ímillum Danmark og Føroyar og yvirtøkur og spurningurin um marknaðaratgongdina út í heim og ES málið.

- Men eftir fyrireikandi fundirnir, meti eg avgjørt, at vit kunnu finna semju um hesi málini, sum allir flokkar kunnu góðtaka.

Men verður hetta ein samgonga, sum kemur at leggja høvuðsdentin á búskaparlig viðurskifti?

- Tað, sum hevur størstan týdningin av øllum, verður at fáa búskaparligan vøkstur í Føroyum, so at vit fáa ráð til at fíggja tey bleytu virðini, sigur Kaj Leo Johannesen.

- Tað verður okkara fremsta avbjóðing, leggur hann afturat.

Merkir tað, at sjálvstýrismálið verður parkerað?

- Tað havi eg onga viðmerking til, tí valskráirnar hjá øllum trimum flokkum skal síggjast aftur í eini nýggjari samgongu og allir flokkar mugu lora onkustaðni fyri at fáa aðrastaðni.

Men Kaj Leo Johannesen leggur enn einaferð dent á, at tað er alneyðugt at tryggja ein búskaparligan vøkstur og Sambandsflokkurin hevur avgjørt eina meining um, hvussu tað kann lata seg gera.

- Fyrsta treytin fyri búskaparligum vøkstri er at tryggja okkum betri atgongd til heimsmarknaðin og tað er í samsvari við sjónarmiðini hjá hinum báðum flokkunum.

- Tað eru tey fýra frælsini í ES, sum hava størsta týdningin og so mugu vit vita um allir tríggir flokkarnir, sum nú samráðast um samgongu, megna at finna semju um tað, sigur Kaj Leo Johannesen.

Og tað heldur hann, at sannlíkindi skuldi verið fyri, tí sama, hvat andstøðan hevur ført fram, so hevur samstarvið í ABC samgonguni verið gott í farna valskeiðí, leggur formaður Sambandsfloksins afturat.