- Vit fara at verða heima hjá okkum í Kálvagerði í kvøld. Mær dámar ómetaliga væl at enda og byrja árið saman við teimum, ið eg eri góð við. Vit hava tí bjóðað foreldrum, verforeldrum, syskjum og børnum heim til okkara, so her verður fult hús.
Tað sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna.
- Vit fara at hugna okkum við góðum mati, turrari grind, turrum fiski, skerpikjøti, heimagjørdum sushi og øðrum á matarskránni. Á midnátt fara vit sjálvandi at skjóta nýggja árið inn við fýrverki - við vón og ynskjum um, at árið 2013 fer at verða eitt sera gott ár, har tað fer at gangast øllum væl.
Tað eru maður og børn hjá Kristinu, sum keypa fýrverk - eitt sindur av hvørjum, so øll fáa sítt.
- Sjálv dámar mær betri at njóta vakra útsýnið, tá fýrverk verður skotið enn sjálv at skjóta. Tí er tað so frálíkt, at tað eru so mong, ið elska at skjóta fýrverk.
Kristina vísir á, at vanliga er nógv lív á gøtuni og í grannahúsunum, har tey búgva, og tí er hetta kvøldið altíð eitt festligt kvøld við góðum møguleikum fyri góðum grannapráti.
- Eg havi ikki beinleiðis givið nakað nýggjárslyfti. Seti eg mær nakað fyri, so royni eg - eftir besta førimuni - at virka fyri hesum uttan mun til, um tað er 1. januar ella ikki. Hinvegin haldi eg tað vera gott, at nøkur brúka nýggjárið sum ein varða fyri nøkrum, tey ynskja at náa. Um hetta kann hjálpa til at náa málinum, so er tað jú frálíkt.
Kristina Háfoss hevur fleiri nýggjársynski.
- Eg ynski sjálvandi, at tað kemur at gangast øllum teimum, ið eg eri góð við, væl í nýggja árinum. Ynski somuleiðis, at 2013 verður eitt gott og mennandi ár fyri Føroyar og føroyingar. Eitt ár, har vit seta eina nýggja politiska kós, ið aftur kann fáa landið fram á móti einum sjálvbjargnum Føroyum.
Og hon leggur aftrat:
- Einum Føroyum, har vit til fullnar gagnnýta ovurstóra ríkidømið í landinum og tryggja, at vit skipa eitt vælferðarsamfelag, har vit lyfta í felag og hava rúm fyri øllum.
Kristina Háfoss sigur, at ynski hennara eisini er ein munandi uppraðfesting av útbúgving og mentan og ein málrættaður og víðskygdur vinnupolitikkur, eins og sosial atlit í øllum viðurskiftum og størri sjálvbjargni.