Fótbóltur & Rørsluár
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
- Hetta er bara byrjanin. So avgjørdur er Høgni í Stórustovu, fótbóltsforseti í Føroyum um eitt nýtt átak, ið Fótbóltssambandið nú fer undir í samband við rørsluárið.
Túnabóltur er heitið á átakinum, ið er nýtt í føroyskum høpi. Í útlondunum er »Street football«
eitt aldargamalt fyribrigdi, kanska best kent úr stóru suðuramerikansku fótbóltstjóðunum Argentina og Brasilia, tó tað er sera útbreitt kring allan heimin. Nú er so ætlanin at tað skal førast inn í Føroyum.
Gleðin at spæla
Eitt av høvuðsendamálunum hjá Fótbóltssambandinum er at fáa fólk at spæla fótbólt, eisini øðrvísi fótbólt, enn vit kenna til í Føroyum. Endamálið við júst hesum slagi av fótbólti er sambært Høgna í Stórustovu at sleppa burtur frá tí álvarsliga.
- Tað snýr seg um at fáa gleðina í fótbóltinum fram aftur, og um at fáa tað tekniska spælið at blóma frítt, slær fótbóltsforsetin fast.
Ein partur av ábyrgdini hjá Fótbóltssambandinum frá altjóða fótbóltssamgongunum, er at skipa og verða við í grasrótafylkingum í fótbólti, og passandi er at byrja við Túnabólti, har leikað verður tríggir móti trimum í senn.
- Hetta kann geva eina aðra dimensjón, har tað verður um at fáa gleðina inn aftur í fótbóltin, greiðir Høgni í Stórustovu frá.
Føroyskt framleiddur vøllur
Fyrsta høvið, har hetta nýggja slagið av fótbólti verður at síggja, verður longu 5. juni, tá Tórshavnar Kommuna hevur Mentanarnátt.
Tórshavnar Kommuna fyllir 100 ár og um landið er lýst við Rørsluári í ár. Tí skipar Fótbóltssambandið fyri Túnabólti í Gamla Kommunuskúlagarðinum á Vaglinum í Havn Mentanarnáttina.
Fótbóltssambandið hevur til hetta høvi gjørt ein vøll, ið er 10 x 15 metrar stórur, samsvarandi við líkar vallir, ið verða nýttir aðrastaðni í heiminum.
Hesin vøllurin er av bandum úr aluminium, og hann verður framleiddur í Føroyum. Vøllurin er konstrueraður soleiðis, at hann lættliga kann flytast og er skjótur at seta upp. Ætlanin er so at hesin vøllurin, eftir Mentanarnáttina 5. Juni og Tórsfagnaðin 20. Juni, tá hann eisini verður nýttur, er fríur at nýta til stevnur og onnur tiltøk, har fólk ynskja hann settan upp.
Undirlagið til ein slíkan vøll er tað undirlag, ið vøllurin verður settur upp á, og tá leikt verður á Vaglinum, verður tað so á asfalti.