Her eru smáir týskir býir, óendalig fjøll, myrkir skógir og framvið motorveginum her í Hünsrück eru campingpláss. Útvarpið tosar um dystin í dag móti die Färöer in Torshavn við longu brotum úr bløðunum um hvat ballack og Kahn hava sakt um dystin í Skotlandi.
Tað er løgi at koyra gjøgnum landslagið í dag. Sólin er øgilig tað eru 29 hitastig og í morgin verða eini 33 hitastig. Bussførarin er ikki ein dag eldri enn 20 ár. Líkist einum persóni úr The Matrix við hasum sólbrillunum. BMW og Mercedesbilar koyra 180 og 200 framvið. Vit eru nú uttanfyri stórbýin Frankfurt am Main. Her eru trý spor hvørju megin og ongin avmarking av ferð.
Her í hesum økinum í Hünsrück liggur Schabback, ið er býurin í sjónvarpsrøðini Heimat, ið snýr seg um eina vanliga familju í hesum økinum frá 1917 til 1962. Hendan røðin, ið er gjørd av Edgar Rietz er ótrúlig. Maria er gift við Poul, hann hvørvir eftir fyrra heimsbardaga. til USA. Synir Mariu og Pouls fara í annan heimsbardaga. Annars er pilotur og hin tikin til fanga sum soldatur í Russlandi. Triði sonur Maria er Hermann, ið er ein kensluborin yrkjari og tónasmiðjur, ið hatar heimstaðin sum pestin. Hann forelskar seg í tænastukvinnuni hjá mammuni sum 17 ára gamal. Seinni í aðru røðini kallað Die zweite heimat, fer hann til München at lesa á Konservatoriunum har og møtir listafólki, tónleikarum og hópin av kvinnum. Hann vil ongantíð aftur til forbannaða heimstaðin, men lærir at München eisini er ein ?heimat? ein heimstður. Hetta er hin besta sjónvarpsrøðin eg havi sæð, ið sigur søguna hjá Týsklandi í 20 øld. og tey grefligu sár, ið enn eru á týsku fólkasálini.
Eg lesi eitt blað fyri og annað eftir um dystin. Á forsíðuni er Frankfurter Allgemeine eru annars vanlig tíðindi at Týskland er í kreppu, at tað ikki er so lætt longur at fáa týska búskapin at halda á.
Munur á londum
Eg fleyg úr Svørríki. Tók tokið úr einum landi til eitt annað. Úr Keypmannahavn kom eg langt uttan fyri Malmø í Skåne, har øll ljóða sum tey hava ein frosk sitandi í hálsinum. Svøríki er eitt vakurt land, alt er so friðarligt og ófarligt á ein hátt. Kvinnurnar er ljósærdar og brosa. Tað er nærum vakurt á jarnbreytastøðini í Malmø, kanska er tað tryggleikin í svenska vælferðarsamfelaginum, ella eisini eru tey í Malmø nøkur bygdafrell. At koma úr Keypmannahavn, ið er stórur og larmandi, fólk eru stressað og líkjast arbeiðsnarkomanum, og enda í Malmø er nú løgi. Eg fann eitt flogfar og løtu seinni var eg í Frankfurt í Týsklandi. Hevði eg ikki veri her fyrr hevði eg finginein mentunarskelk. Her eru eingi bros, alt er brotið og lítið hugnaligt er á jarnbreytastøðini. ein dummur hundur skuldi hava 53 Euro fyri eina billet til Stuttgart. Javel DB ? Deutches Bahn ? er helst eisini í kreppu og hevur sett prísin í loft.
Sama dagin siti eg í oysregni og lesi Die Zeit. Tey flyta bert innum um tað regnar her. Her drekka tey Apfelwein við mineralvatni, eina Hefe Wiesse øl og eta stórar Bretzel, ið er sum ein stór kringla, ið smakkar av salti og syru, og egnar seg ótrúligani væl til øl.
Í gamla býarpartinum í Frankfurt am Main sita fólk við long borð. Á hesum eplavínbryggjaríinum á Grosse Ritterstrasse 49 stendur tíðin still í tí annars so ótrúliga ríka og modernaða Frankfurt. Býurin liggur vakur við Main ánna, men er vandamikil, hóttandi og skítfullur av narkomanum, horum, hustlarum og desperatum. Vit eru í Miðeuropa og langt frá Norðanlondum. Tey ólukkuligu eru eins vanlig sum tey ríku, við stórum bilum, tí hetta er stórsti bankabýurin í Europa, har er ein stór getto av ríkum fólkum.
Her í hunaligu barrini sita tey og hugna sær, her minnir um køkin hjá Katrine, ið er kona Grisehandler Oluf Larsen í Matador. Tað er sum um tíðin hevur staðið still her í 85 ár. her sita ung og eldri, eingin tónleikur. Tey drekka av ljósum gulum gløsum við eplavíni, ella cider sum vita kalla tað. Ovast á matarkortinum her eru rættir sum: ?Frankfurter Würtchen?, ?Brautwürst mit Sauerkraut? og eitt hav av ymiskum Schnitzels. Hetta ljóðar gamalt og týskt, men eg haldi hetta er í ordan í dag. Júst á hesum stað eru tey stolt av teirra mentan. Her er okkurt ektað, í mun til turkiskar pissabarrir, kebap fastfood, Mac Donalds, kinverskar keðiligar súr og søt sós støð. Tað er sum um matarmentanin í øllum Norðureuropa er horvin og vit bert sita og eta kopi italienskan mat, feitan amerikanskan mat og svansi hjá arabarunum, ið er bíligt, men oftani vánaligt. Her hava tey gott vín og ótrúligar øl, nakrar av heimsins bestu. Hvat tørvar hjartanum annað eitt slíkt kvøld í Frankfurt?










