Føroya Skúlabókagrunnur gevur út nýggja lesivenjingarbók til byrjanarlesing. Bókin eitur »Morgun«. Sólrun Michelsen hevur skrivað, og Olivur við Neyst hevur teknað.
Tað serliga við hesari bókini er, at hon er prentað í tveimum ymiskum útgávum. Onnur er løtt lisin bók við einari fjøður á permuni til næmingar, ið hava heldur ilt við at lesa, og hin er miðal torfør bók við tveimum fjaðrum á permuni til teir næmingar, ið hava lætt við at lesa.
Hetta átti at gjørt tað lættari hjá næmingum at laga undirvísingina til einstaka næmingin, samstundis sum allir næmingar floksins kunnu lesa somu bók á ymiskum toreikastigi, sigur Skúlabókagrunnurin.
»Morgun« er gul snípubók, ið er ætlað 1. til 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókini. Føroya Skúlabókagrunnur ætlar at geva fleiri tílík lesivenjingarhefti út sum ískoyti til vanligu lesibøkurnar til byrjanarundirvísingina í føroyskum.
Snípurøðin er eitt samstarv millum Føroya Skúlabókagrunn og Bókadeild Føroya Lærarafelags, har bøkur ætlaðar til lesivenjingar verða flokkaðar eftir torleikastigi.
»Morgun« er 26 blaðsíður og kostar 36 krónur hvør bókin.