Ein møgueiki afturat at sleppa av við ull

Tey, sum hava klipt seyði, fáa nú enn ein møguleika at sleppa av við ullina

Tey, sum enn goyma ullina frá roytingini, fáa nú enn ein møguleika at sleppa av við hana

 

Aftur í ár tekur Navia á Toftum nevniliga ímóti ull.

 

Tey siga, at ullin skal verða turr og tað besta er, at tann skitnasta ullin er skild frá.

 

Heldur ikki tey lata reiðan pening fyri ullina, men ístaðin fáa tey, sum lata teimum ull, eitt gávurkort upp á sjey krónur fyri kilo av ull, og tað gávukortið er til handlarnar hjá Navia í SMS og á Toftum, og tað gávukortið er galdandi í seks mánaðir.

 

Tikið verður ímóti ull á Toftum tær báðar fyrstu vikurnar í august.