Ein modernaður politikari

?Anders er ein stórur politikari og ein øgiligur kapasitetur, sigur Edmund Joensen m.a. um Anders Fogh Rasmussen

Vitjan

Edmund Joensen er bæði fyrrverandi løgmaður og fyrrverandi formaður fyri Sambandsflokkin. Hann hevur eisini havt rættiliga nógv samskifti við Anders Fogh Rasmussen, sum eisini hevur verið í Føroyum fleiri ferðir.
?Anders er ein rættiligur arbeiðshestur. Hann er altíð væl fyrireikaður, og einki verður latið til tilvildina at ráða yvir, sigur Edmund Joensen.
Edmund Joensen heldur, at Anders Fogh Ramussen er ímyndin av einum modernaðum politikara, har bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, hevur verið ein stór fyrimynd.
?Hann hevur staðið við liðina á fleiri stórum monnum í Venstre. Hann er frá einum yngri ættarliðið enn teir frammanundan, men hann verður ein av teimum heilt stóru í donskum politikki, og hetta verður ein perioda, ið Danmark fer at fáa nógv burturúr. heldur Edmund Joensen.
Fyrrverandi løgmaðurin sigur, at Venstre og Sambandsflokkurin altíð hava havt eitt sera gott samstarv og hetta heldur væntandi áfram. Ein ávísur munur er tó á flokkunum.
?Hann er ein rættiliga liberalur politikari. Fyrr var hann kanska meira liberalur. Nú leggur hann seg kanska meira eftir at gera flokkin breiðari, sigur Edmund Joensen.