Ein missur til løgtingsvalið

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin mugu manna um til løgtingsvalið, sum verður um stutta tíð. Hvørgin av teimum báðum valdu fólkatingslimunum stilla upp til løgtingsvalið.

Tað var greiði boðskapurin hjá bæði Edmundi Joensen og Sjúrða Skaale í valstríðnum, og tí má takast sum givið, at hvørgin teirra brýtur orð.

Og tað merkir so aftur, at báðir teir størstu atkvøðuslúkirnir ikki verða við á liðnum hjá Sambandinum og Javnaðarflokkinum til komandi løgtingsval.

Og tað kann gerast ein smeitur fyri serliga Javnaðarflokkin, tí ilt er at síggja, hvør skal draga tunga lessið hjá flokkinum til komandi løgtingsval.