Tað hevur verið friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið. Men, tað eru fáar nætur, har løgreglan ikki hevur onkur ferðsluátøk.
Soleiðis var eisini í nátt, tá tey kannaði ferðsluna í norðurøkinum.
Her varð ein bilførari steðgaður, sum nú er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.
Ein annar bilførari fær bót fyri at koyra við hondhildnari fartelefon.
Løgreglan steðgaði eisini einum triðja bilførara, sum koyrdi bil - uttan koyrikort, og tað gevur nakrar túsund krónur í bót.