Ein minutt vóru føropingar í barrónasongini eftir at Bogi Løkin í 47. minutti hevði lagt Føroyar á odda.
Jákup Mikkelsen var sera kringur, tá ið hann stýrdi eysturríkskari frísparksroynd út til horna.
Arnbjørn Hansen var óheppin, tá ið hann frammanfyri fremra stólpa við høvdinum snittaði bóltin. Tætt undir málinum stóð vongverjin Martin Stranzl, sum setti bóltin í málið.
Eftir útjavnandi málið hevur føroyska liðið verið tætt við fleiri ferðir. Eysturríkar tykjast hava stórar trupulleikar ímóti vindinum.










