Ein minnilig kampingferð

Jóngerð Næs úr Havn gloymir neyvan kampingtúrin við Gjógv hetta vikuskiftið.

Spenningurin var stórur um alt landið, tá sjónvarpið dró um tann risastóra vinningin í gjárkvøldið, tí hesaferð vóru ikki minni enn 900.000 krónur í Gekkinum. 

 

Tá tann stóri vinningurin var fallin, var hýrurin serliga góður í tí eina húsvogninum eysturi á Flatagarði við Gjógv. Tí har sat vinnarin, Jóngerð Næs, úr Havn, sum var við Gjógv við manni og ommubørnum. Hon valdi tann reyða leypin, og tað vísti seg at vera ein skilagóð avgerð. 

 

Flatnagarður er nýtt kampingpláss, sum hevur fingið góða byrjan - nú serliga góða byrjan.