Ein minnilig grind á Sandi

Grindin, sum legði beinini á Sandi í gjár, man seint fara úr minninum á teimum, sum vóru vitni til henda dagin.

Larmandi tyrlur við løgreglufólki, løgreglubátur, sum við miklari ferð jagstrar SS-bát á vánni, handtikin SS-fólk og flutningur av bakbundnum handtiknum var tað, sum fólk á Sandi vóru vitni til seinnapartin í gjár.

 

Henda grindin, sum legði beinini á Sandi, man seint fara úr minninum á teimum, sum vóru vitni til henda dagin. Fleiri hildu ivaleyst, at tað, tey sóu, var spennandi og gott undirhald, men tað eru eisini tey, sum ikki untust við henda seinnapartin.

 

- Nei, mær dámdi einki at síggja bygdina avsperraða. Tað var einki stuttligt at síggja bygdina fulla av løgreglufólki, samstundis sum tyrlur larmandi komu og fóru. Eg haldi heldur ikki, at tað var nøkur frægd at síggja øll hesi bakbundnu og handtiknu SS-fólkini.

 

Soleiðis siga ikki so fá tilkomin á Sandi í dag. Tey halda ikki, at henda grindin fer at vera mint fyri tað hugnaliga, sum vanliga er yvir bygdini, tá grind leggur beinini. Tað vóru eisini tey, sum ikki tímdu at síggja leikin millum løgreglufólk og SS-fólk og løgdu tí leiðina til hús aftur.