Alt hettar ger eisini raksturin munandi bíligari og lættari, beinleiðis sýn er við Tórshavn, haðani stýringin og signalið skal koma frá, og er uppitíðin á sendistøðini hervið tryggjað eisini við totalt streymslit.
Alt eftir hvussu langt vit vilja hava ein millumbylgjusendara at røkka og hvussu nógv vit vilja gjalda eru her nøkur uppskot.
Um vit bert vilja røkka føroyskt land og sjóøki er ein 12KW sendari loysnin.
Vilja vit røkka longur og gjalda meira er ein 25KW sendari loysnin.
Tað sum vit fáa mest burturúr sammett við núverandi sendara er ein 50KW sendari.
Tað er rættiliga stórur prísmunur:
12KW kostar umleið kr. 400.000,-
25KW kostar umleið kr. 800.000,-
50KW kostar umleið kr.1.100.000,-
Afturat hesum koma útreislur til instalatión, hús, mastur/antennir, neyðstreymsveiting og eitt petti av veg út á Eystnes, sammett við úreislurnar av at umvæla og tilpassa støðina á Akrabergi er helst javnvág í.