Ein millión eyka til feløgini

Á formansfundi í dag verður eitt av málunum, hvussu føroysku fótbóltsfeløgini skulu býta stóra kaku sínamillum

 

FSF sum felagsskapur hevur havt góð fíggjarúrslit seinnu árini. Fíggjarstøðan hevur ikki altíð verið eins góð, men eitt nú hevur ein góð sjónvarpsavtala havt við sær, at felagsskapurin nú hevur góð rakstrarúrslit at vísa á.

 

Og tað skal koma feløgunum. Tað hevur fleiri ferðir verið ført fram av feløgunum, at tey áttu at fingið ein størri bita av køkuni, sum altjóða luttøkan gevur, og FSF-forsetin, Christian Andreasen, hevur áður sagt, at góð úrslit hjá FSF sjálvandi skulu koma feløgunum tilgóðar.

 

Tá formenn úr flestu feløgnum vóru í Dublin í fjør, varð hálvgum avtalað, at ein millión skuldi lutast út til feløgini í 2015. Hetta lyftið hevur FSF hildið fast um, og eitt av evnunum á formansfundinum, sum verður hildin í FSF-húsinum í løtuni, er, hvussu hendan milliónin skal býtast millum feløgini.

 

Her hevur FSF peikað á nakrar møguleikar. Ein er, at sonevndi MAFF-stuðulin verður hækkaður. Ein er, at FSF rindar allar dómaraútreiðslurnar (í løtuni bera feløgini sjálvi helvtina av hesum kostnaði). Ein møguleiki er at økja um puljuna til Stjørnufótbóltin, sum er góðskumeting av ungdómsarbeiðinum, og sum hartil verður nýtt sum býtislykil, tá partur av UEFA-pengunum verður útgoldin, og eisini er tað ein møguleiki at blanda nakrar av møguleikunum omanfyri.