Enska Premier League fer komandi árini at handa á leið eina miliard krónur til liðini í lægru deildunum. Hetta er greitt, nú samráðingarnar um ein “solidaritetspakka” millum liðini í Onglandi eru lidnar. Nýggi sjónvarpssáttmálin hjá Premier League gevur fremstu feløgunum eina meirinntøku á £ 2,7 milliardir, og av hesum verða tær £ 90 milliónirnar sendar víðari til smærru feløgini. Hetta við tí endamáli, at feløgini í Football League eisini fáa fíggjarligar møguleikar at menna sítt arbeiði.