Rættilig órógv kom á fólk, sum eiga innistandandi í Eik. Innskjótarar fluttu eina heila milliard krónur úr bankanum. Tað upplýsti Odd Bjellvåg, nevndarformaður, fyri Kringvarpinum í kvøld. Hesir pengar eru fluttir í aðrar peningastovnar í Føroyum og í Danmark.
- Tað sum er eitt sindur løgið er, at hesir pengarnar eru ikki eins tryggir aðrastaðni, sum í Eik. Tí í øðrum peningastovnum eru bert 750.000 krónur tryggjaðar, meðan trygdin hjá okkum er óavmarkað, segði Odd Bjellvåg.