Ein millión svávuldósir til Brend

Í 1939 komu á fyrsta sinni svávuldósir við føroyskum motivi á marknaðin. Arthur Brend, sum var heilsølumaður, fekk á eini verksmiðju í Finnlandi framleitt 1. millión svávuldósir

Motivið á svávuldósunum var Eiðiskollur, Risin og Kellingin. Tað var kona Arthur Brend, Ruth Eilsabeth Bagge Brend, sum teknaði motivið til dósirnar.

Myndin vísir, hvussu svávuldósin sá út. Insettu myndirnar eru av Arthur Brend (1880-1959) og Ruth Elisabeth Bagge Brend (1899-1977). Arthur var breti, og Ruth var donsk.

Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í samband við hesar svávuldósir, eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon 314647 / 273168.

Myndin av svávulspinnamotivinum: Sigrún Brend
Myndirnar av Arthur og Ruth Brend: Føroya Fornminnissavn