Ein millión meiri til Klaksvíkar

Samlaðu fyribils skatta­inn­tøk­ur­nar eru fram­veg­is eitt sind­ur størri í ár, enn tær vóru tað í fjør

Jóannes Hansen

Til og við november mánað var lands­skatturin 2,64 pro­sent størri í ár, enn hann var í fjør. Landsskatturin fyrstu ellivu mánaðirnar í ár var 35.146.507 krónur meiri enn í fjør. Tá var hann 1.330.289.183 krónur. Í ár var hann 1.365.435.690 krónur.
Til­saman fingu komm­un­ur­nar fyrstu ellivu mánaðirnar í ár 1,67 prosent meiri í skatti enn sama tíðarskeið í fjør.
Størstu meirinntøkuna eig­ur Klaks­vík­ar kommuna. Í nov­ember runnu 996.021 krónur meiri í kassan í Klaksvik, enn tað gjørdu í november í fjør. Higartil í ár hevur Klaks­víkar kommuna fingið 8.286.600 krónur í meirskatti. Hetta svarar til 6,9 prosent.
Seks aðrar kommunur hava eis­ini fingið meiri enn eina mill­ión meiri í skatti fyrstu ell­ivu mánaðírnar í ár: Vága komm­una 3,9 milliónir, Eyst­ur kommuna 2,95 mill­i­ón­ir, Eiðis kommuna 1,26 mill­i­ónir, Fuglafjarðar komm­una 1,22 milliónir og Sør­vágs kommuna 1,01 mill­­iónir í meirskatti.
Fyrstu ell­i­vu mán­að­ir­nar í ár var fyr­i­bils­skatt­a­i­­n­n­tøkan hjá Tórshavnar kommunu so at siga tann sama, sum hon var í fjør, tá ið hon var 548.819.814 krónur. Í ár var hon 548.741.559 krónur. Minn­i­­inn­tøkan var 78.255 krónur. Tað svarar til -0,01 prosent.