Í dag bleiv kunngjørt hvørji føroysk ítróttarfólk hava fingið stuðl frá Úrval, sum í ár hevur latið eina millión til føroyskan ítrótt. 18 umsóknir vóru og av teimum, so fingu 11 tillutað stuðul.
Tað eru tríggir bólkar, har tú kanst søkja um stuðul. Í bólki 1 er talan um ítróttarfólk, sum eru í heimselituni í síni ítróttargrein. Her hevur bara Pál V. Joensen verið, men hann hevur ikki søkt um stuðul í ár.
Í bólki 2 er talan um ítróttarfólk, sum eru í topp fimm í NM, ella topp trý í NJM. Her vóru 15 umsøkjarar, meðan tríggir umsøkjarar vóru í bólki 3, sum ein stuðul til projektir við ungum ítróttatfólki. Treytin fyri at søkja um stuðul er, at ítróttargreinin er ein OL-ítróttargrein.
Tað var Rangar Joensen, formaður í Úrval, sum kunngjørdi hvør hevði fingið stuðul á hesum sinni. Her er eitt yvirlit yvir tey, sum fingu stuðul:
Frælsur ítróttur:
Tórur Mortensen (80.000)
Kastibólkur gentur (50.000)
Svimjing:
Alvu Hjelm (100.000)
Marius I. Gardshodn (100.000)
Óli Mortensen (150.000)
Sára R. Nysted (75.000)
Signhild D. Joensen (150.000)
Vár E. Eidesgaard (100.000)
Ungir úrvalssvimjarar (50.000)
Hondbóltssamband Føroya:
U21 landsliðið (100.000)
Súkkling:
Torkil Veyhe (80.000)