Umleið ein millión fólk hava farna árið fingið nei frá matstovuni, tá ið tey hava roynt at bíleggja borð.
20.000 pláss eru á Noma um árið, og tí er tað næstan sum at vinna í happadrátti at fáa borð á matstovuni.
– Men vit fáa eisini avboð, og tí skulu fólk endiliga royna at bílggja borð, sigur Peter Kreiner, sum er kunningarleiðari hjá Noma, við Politiken.
Matstovan hevur bíðilista til hvønn dag, og tey, sum skriva seg ofta á hendan bíðilista, kunnu verða heppin.
Sambært blaðnum Eater er Noma í løtuni tann matstovan í øllum heiminum, har tað er truplast at fáa pláss.